Tí skalt tú hava ein urtagarð

Hóskvøldið 29. mars fer Heðin Askham fyrilestur um urtagarðsrøkt á Klaksvíkar bókasavni.

Heðin Askham (alto ikki hann sum er venjari hjá EB/Streymi) er anleggsgartnari og fer hetta kvøldið at tosa eitt sindur um tað at hava ein urtagarð.

Í fyrilestri sínum fer Heðin at tosa um hvørjir fyrimunir eru at hava urtagarð og hvat skal til fyri at hava ein urtagarð. Eisini kemur hann inn á, hvat tilfar skal í urtagarðin og røktina av honum.

Eftir fyrilesturin bjóðar bókasavnið kaffi og køkur, og høvi verður at seta spurningar.

Lagt verður aftrat, at Klaksvíkar bókasavn eigur nógvar bøkur um urtagarðsrøkt og hesar vera somuleiðis at síggja hóskvøldið.