Týska maskinan er klár at trumla víðari

Champions League: Bayern Munchen er stórfavorittur at vinna á Lyon í kvøld

Í kvøld verður hálvfinalan í Champions League millum Bayern Munchen og franska Lyon. Vinnarin av dystinum í kvøld skal sunnudagin spæla móti Paris Saint Germain í finaluni í Champions League.

Bayern Munchen er stórfavoritturin í kvøld. Týska maskinan trumlaði FC Barcelona niður í hálvfinaluni. Úrslitið bleiv ein søguliga stórur 8-2 sigur. Ongantíð hevur eitt lið latið átta mál inn upp á ein dyst so seint í kappingini.

Greipuvinnararnir úr Týsklandi vóru uttan franska heimsmeistaran, Benjamin Pavard, móti FC Barcelona, men nú hann eisini tøkur. Tó verður mett at venjarin, Hansi Flick, fer at halda fast í somu ellivu spælarunum, sum vunnu 8-2 á FC Barcelona.

Lyon er púra óvæntað komið í hálvfinaluna. Liðið var styrkimett í triðja styrkisbólkinum í bólkaspælinum, og tað gekk akkurát at koma víðari. Hóast liðið endaði á sjeynda plássi í Fraklandi, so hevur Lyon vunnið á bæði Juventus og Manchester City á til hálvfinalurnar.

Við eini 3-5-2 spælskipan verður væntað, at Lyon fer at geva meiri mótstøðu enn FC Barcelona, men tað eru eisini ábendingar um, at tað kann ganga sum í gjár, tá strykin og breiddin hjá favorittinum úr PSG, setti RB Leipzig upp á pláss. Bayern Munchen er fravmegis stórfavorittur.

Champions League hálvfinalur:

Lyon - Bayern Munchen (20.00)

Møgulig uppstillin hjá Lyon: Lopes; Denayer, Marcelo, Marçal; Dubois, Caqueret, Guimarães, Aouar, Cornet; Depay, Dembélé

Møgulig uppstillin hjá Bayern: Neuer; Kimmich, Boateng, Alaba, Davies; Goretzka, Thiago; Perišić, Müller, Gnabry; Lewandowski 

RB Leipzig – PSG 0-3 (0-2)

0-1  Marquinhos, 13

0-2  Ángel Dí María, 42

0-3  Juan Bernat, 56

Leipzig: Gulácsi; Klostermann (Orban 83), Upamecano, Mukiele; Laimer (Halstenberg 62), Kampl (Adams 64), Sabitzer, Angeliño; Olmo (Schick 46), Nkunku (Forsberg 46); Y Poulsen

Paris: Rico; Kehrer, Kimpembe, Thiago Silva, Bernat; Herrera (Verratti 83), Marquinhos, Paredes (Draxler 83); Di María (Sarabia 87), Mbappé (Choupo-Moting 86), Neymar