Friðarligt val
Fyri fyrstu ferð í 36 ár vóru afghanar á vali sunnudagin, og hóast Taliban hevði hótt fólk við báli og brandi, fóru tey á val, var valið friðarligt.
Sambært einum talsmanni hjá innanríkisráðnum í Kabul royndu uppreistrarmenn at órógva valið summastaðni har suðuri og har eysturi í landinum, men samanbrestir vóru kortini ikki. Myndugleikarnir stúrdu fyri ófriði og yvirgangsatsóknum, men tá valhølini lótu aftur seinnapartin sunnudagin, hevði einki valstað boðað frá ófriði.
Valið er ein sigur fyri tað afghanska fólkið og ein ósigur fyri Taliban, segði talsmaðurin hjá innanríkisráðnum við Reuters.
Umleið 12,5 milliónir afghanar høvdu skrásett seg sum veljarar, og tey skuldu velja umboð í tey 34 landspartatingini umframt 249 umboð í undirhúsið í Kabul. Tað er ikki greitt, nær úrslitið av valinum kemur.
6 milliardir horvnar
Ein milliard dollarar ella einar seks milliardir krónur eru horvnar úr kassanum hjá irakska verjumálaráðnum, og sambært landsins fíggjarmálaráðharra er helst talan um ein tann størsta stuldurin í søguni.
Ali Allawi, fíggjarmálaráðharri, segði við bretska blaðið The Independent í gjár, at pengarnir eru farnir úr Irak, og at tað tykist vónleyst at finna teir aftur. Nógv bendir tó á, at pengarnir eru endaðir í Pakistan og Pólandi. Irak hevur keypt nógv vápn úr hesum báðum londunum, men í hesum førinum hevur landið fingið avgomul og ónýtilig vápn, og tí er talan um bæði svik og stuldur, sigur fíggjarmálaráðharrin. Sambært The Independent hava tey ónýtiligu vápnini kostað nógvum irakskum hermonnum og løgreglumonnum lívið, tí tey virkaðu ikki, tá tey skuldu brúkast.
Tað er ikki óhugsandi, at vesturlendskir millummenn hava verið uppi í handlinum, og í Bagdad halda embætismenn, at teir veruligu millummenninir eru at finna í teimum amerikonsku trygdartænastunum í Irak, skrivar The Independent.
Tað er heldur ikki bara irakska verjumálaráðið, sum hevur mist pengar. Sambært fíggjarmálaráðharranum hava elorku-, flutnings- og innanríkisráðið eisini mist fleiri milliardir krónur. Sambært ráðharranum kann tað vera orsøkin til, at elveitingin í Irak hevur virkað stak illa, síðani stýrið hjá Saddam Hussein varð koyrt frá.
Ikki fleiri konur
Andaligu leiðararnir í Zimbabwe skjóta nú upp, at menn skulu ikki hava loyvi at hava meiri enn eina konu.
Tað er gamal siður í Zimbabwe, at menn hava fleiri konur, men teir kristnu leiðararnir í landinum halda, at tíðin er komin til at sleppa hesum gamla siðinum, skrivar AP. Hugskotið hevur fingið góða undirtøku frá politikarunum. Teir vísa á, at umleið ein fjórðing-ur av fólkinum í Zimbabwe eru smittað við eyðkvæmi, og at hugskotið hjá kirkjuleiðarunum kann vera eitt gott amboð í stríðnum ímóti sjúkuni.
Teir kristnu leiðararnir hava eisini skotið upp at broyta lógina, so tað verður bannað monnum at gifta seg við heilt ungum gentum. Teir mæla eisini politikarunum til at broyta ta lógargreinina, sum heimilar monnum at arva einkjurnar hjá brøðrum sínum.
Nakin politikari
Nýsælendski politikarin Keith Locke man iðra seg um, at hann tók munnin dekan ov fullan ein dagin undan tjóðartingsvalinum, sum var sunnudagin.
Í síðstu viku segði Keit Locke, sum er tingmaður hjá Teimum Grønu, at hann var til reiðar at renna nakin ígjøgnum gøturnar í býarpartinum Epsom, um tann konservativi Rodney Hilde bleiv valdur inn á ting. Tá atkvøðurnar vóru taldar sunnukvøldið, vísti tað seg, at Rodney Hilde var valdur í tingið, so nú noyðist Keith Locke at halda orð.
Eg havi ikki gjørt av, nær tað verður, og hvussu eg fari at gera, men eg vænti, at tilburðurin fær ein listarligan dám av einum ella øðrum slagi, segði Keith Locke við nýsælendsku fjølmiðlarnar í gjár. Fleiri í Epsom hava boðað frá, at tey ætla sær at geva Locke eitt ella annað, sum kann fjala ein ávísan part av kroppi hansara, tá hann fer út at renna.