Tvær frágreiðingar, ein svensk og ein týsk, hava staðfest, hví ferjan Estonia sakk í Eystrasalti tann 28. september í 1994, og niðurstøðan í báðum var tann sama. Bógportrið loysnaði og brotnaði av skipinum, so sjógvur slapp inn á bildekkið, til skipið at enda holvdist og sakk.
Ein triðja frágreiðing er á veg. Hana ger svenski stovnurin SSPA, men sambært Aftonbladet er niðurstøðan tann sama sum í hinum báðum frágreiðingunum. Tó onkur munur er.
Modellroyndirnar og útrokningarbar hjá SSPA vísa, at Estonia legði seg umleið 45 stig, tá sjógvur var komin inn á bildekkið, ig tá sjógvurin eisini byrjaði at renna niður á tey niðaru dekkini. Tá skipið legði seg uppaftur meiri, vórðu vindeyguni oman fyri bildekkið trýst inn, og tá kom sjógvur eisini inn á tey ovaru dekkini. Hetta eru frágreiðingarnar samnar um, men fleiri hava spurt, hvussu tað kundi bera til, at ferjan sakk so skjótt, sum hon gjørdi.
-Eg eri sannførdur um, at tað ber til at prógva tað, og eg vænti, at okkara royndir fara at prógva, hví skipið sakk so skjótt. Orsøkin er, at skipið hevði fleiri luftkanalir. Í aðrari skipssíðuni slapp sjógvurin ígjøgnum luftkanalirnar, og í hinari síðuni trýsti sjógvurin luftina út úr skipinum. Hetta er ikki kannað fyrr, men vit kanna tað, sigur Claus Källström, kanningarleiðari hjá SSPA, við svensku tíðindastovuna TT.