Tá søgan er følsk&.??

Av ótta fyri at verða avdúkaðir, valdi tjóðveldið manipulatiónina og heimastýrislógina!

Bjarni Djurholm

Í bløðunum er formaður tjóðveldisfloksins farin at skriva um falsaða søgu. Tá niðurstøður hansara byggja á sera selektivan (tjóðveldis)veruleika, er neyðugt at lýsa viðurskiftini í teirra uppruna.

Síðani yvirtøkulógin varð avgreidd, hevur tjóðveldið lagt alla orku í at sáa iva um nýggju sáttmálagerðina millum Føroyar og Danmark. Sáttmálagerðin, har Føroya Løgting kann gera av, at øll málsøki, undan-tikið tey, sum eru karmar um ríkiseindina, kunnu yvirtakast við teirri fylgju, at Løgtingið rindar fyri tær útreiðslur, ið fylgja við teimum.
Eisini ger sáttmálagerðin greitt, at tekur Føroya fólk við fólkaatkvøðu avgerð um, at Føroyar skulu vera fullveldisríki, koma málsøkini, sum eru karmar um ríkiseindina, undir føroyskt málsræði.
Harumframt staðfestir sáttmálagerðin, at Føroya fólk varðveitir sín viðfødda, ómissandi og áframhaldandi sjálvsav-gerðar-rætt á øllum økjum, tað verið seg í innanlendis viðurskiftum eins væl og í altjóða høpi sambært altjóðarætti.
Ella sagt stutt, at vit kunnu fara úr ríkinum tá vit vilja, ella lata vera. Einasta treyt er, at vit gjalda har vit vilja valda.
Hesum atkvøddi tjóðveldið ímóti í vár, skil tað hvør sum vil. Teir valdu heldur heimastýrislógina. Valdu konfrontatiónirnar heldur enn loysnirnar. Óivað tí teir eru bangnir fyri tilverugrundarlagnum.

Upprunin
Men hvaðani hevur so yvirtøkulógin sín uppruna? Jú, tá fyrri samráðingarleisturin um fullveldi varð sleptur, var politisk semja um at royna aðra leið.

Á landsstýrisfundi 9. januar 2002, hetta var undan fyrstu vitjanini hjá Anders Fogh Rasmussen í Føroyum, kunnaði løgmaður um vitjanina hjá forsætismálaráðharranum og greiddi frá ætlaðu nýggju leiðini mótvegis donsku stjórnini. Í gerðabókini sæst, at leisturin nú var, at "....øll mál kunnu yvirtakst uttan tey, sum eru tengd at fullveldinum....".
Á fundi vóru allir landsstýrismenn tjóðveldisfloksins, íroknað formaðurin. Hansara ískoyti, sambært gerðabókini, var, at hvør landsstýrismaður sær skuldi mótvegis forsætismálaráðharranum taka tey yvirtøkumál upp, sum viðkomandi arbeiddi við. Sostatt var greið semja um leistin.

Hetta kom eisini til sjóndar nakrar dagar seinni, tá løgmaður og forsætismálaráðharrin settu sítt navn undir felagsyvirlýsingina, sum var orðað soleiðis:

1) "Reg-e-rin-gen er indstillet på at samarbejde om Landsstyrets ønsker om ove-r-tag-elser af yd-er-ligere sagsområder inden for grundloven og rigsen-hedens ram-mer".
2) "Regeringen og Landsstyret vil efter Landsstyrets ønske indlede forhand-linger om overtagelse af de sagsområder, som hjemmestyreloven ikke giver mulighed for, med henblik på politisk stillingtagen. Regeringen vil på dette grundlag med-virke til at skabe et lovgrundlag for disse sagsområders over--tagelse."

Henda yvirlýsing var av formanni tjóðveldisfloksins í fjølmiðlunum upp í saman skýrd 7-mílafet móti fullveldinum. Hon bygdi jú eisini á niðurstøðuna frá landsstýrisfundinum fáar dagar frammanundan, sum var váttað og játtað av sama formanni og hansara floksfeløgum.

Tjóðveldið var við
At breið semja annars var um henda leist, er samgonguskjalið frá juni 2002 besta prógvið um. Har var tjóðveldið eisini við. Í samgonguskjalinum varð ásett, at:

"Endamál samgongunnar er, at Føroyar gerast sjálvbjargnar, so Føroya fólk uttan fíggjarligar og umsitingarligar bindingar kann gera av framtíðarstøðu sína. Samgongan hevur sum grundarlag, at Føroya fólk er tjóð við ómissandi og framhaldandi sjálvsavgerðarrætti og er samd um í eini tryggari sjálvstýristilgongd í valskeiðnum 2002-2006 at virka fyri:

o at tað verður Løgtingið, sum ger av, at øll málsøki, undantikið tey, sum eru knýtt at suverenitetinum, kunnu yvirtakast sum sermál,

o at har vit valda, skulu vit gjalda."

Hetta er júst tað henda samgongan hevur framt í verki og eigur tjóðveldið tí sín fulla lut í teirri sáttmálagerð, sum loksins gjørdist politiska grundarlagið millum Føroyar og Danmark.
Tí er tað einki annað enn manipulatión, nú tjóðveldið tekur frástøðu frá politiska veruleikanum..
Í frustratión um, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru komin á slætt, uttan teirra leiklut gjørdi, at panikkur kom í.
Tí hevur tað verið umráðandi at halda fast við øsingina. At grugga. At luta føroyingar í rættar og so hinar. At pástanda falsan og produsera mytu um konspiratión, sum flokkurin kann liva av komandi valskeiðini.

Hin orsøkin
Tjóðveldið sat í samgongu til endan av 2003, tá flokkurin stakk í sekkin. Frammanundan var búskaparvøksturin søguligur. Góður fiskiskapur, góðir avreiðingarprísir, lækkandi rentustøði, rímiligur orkuprísir osfr. Ja, snøkt sagt sjáldsamt viðrák. Tí var tað sera lagaligt at reka fíggjarpolitikk. Tað var lagaligt at sita við ábyrgd. Men broyting var ávegis. Neyðugt var at leggja á annan bógv, at reka varnari fíggjarpolitikk.
Hetta visti tjóðveldið fullvæl. Umsat jú fíggjarmál, so eingin man ivast í, at flokkurin visti hvønn veg tað bar. Nú var bara ikki stuttligt at vera við meira. Trúttanin um, at teir vóru upprunin til framgongd og bjartskygni fór at verða avdúkað sum reyp, so nú var annað til ráða at taka. Tí ráddi um at sleppa sær burtur.
Og undir valstríðnum í januar 2004 komu so tølina alment undan kavi. Inntøkumetingin fyri fíggjarlógina í 2003, var sett til 3680 mio kr. Við ársenda sama ár gjørdist greitt, at inntøkan var 3.464 mio kr. Tvs. 216 mio kr við síðuna av!
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004, sum lá í løgtinginum, tá valið var útskrivað í desember, vóru inntøkurnar settar til 3.603 mio kr. Hetta vísti seg at vera útvið 90 mio kr ov høgt sett. Harumframt vóru rakstrarútreiðslurnar 143 mio kr lægri enn endaligi rakstrarroknskapurin fyri 2004 vísti. So yvirskotið í fíggjarlógaruppskotinum hjá tjóðveldislandsstýrismanninum í fíggjarmálum fyri 2004 uppá 100 mió kr gjørdist til eitt reelt hall uppá 152 mió kr. Sostatt var talan um ein mun uppá eina kvart milliard skeiva vegin.
Fals undir fríðum skinni
Samanumtikið hevur tjóðveldið tí eitt stórt forkláringsproblem, men ístaðin at standa við egnar gerðir, so hevur flokkurin valt undanstøkking og ákærurnar. Onkursvegna livir flokkurin í guddómiligari sjálvsmynd, har sannføringin er, at teirra ástøði er ein gáva til fólkið.
Hetta politiska tilverugrundarlag var eisini vanligt onkrastaðni millum Pnom Penh og Tirana í síni tíð.
Sjáldsamt, sum stutt er á botn, um man ómakar sær at skava eitt sindur í glasurin. Tí kunnu vit ásanna gamla orðatakið, at ofta býr fals býr undir fríðum skinni.