Tørvurin á ansingarplássum nøktaður

Tíðindaskriv frá Tórshavnar Býráð

Seinastu árini hevur Tórshavnar kommuna staðið fyri bygging av nógvum dagstovnum. Málið hevur verið at nøkta stóra tørvin á ansingarplássum. Tað er tískil við gleði, at kommunan nú kann staðfesta, at tørvurin á ansingarplássum er nøktaður. Øll foreldur, ið hava børn sum eru 6 mánaðir gomul, hava fingið tilboð um ansing á dagstovni ella í dagrøkt.

Framvegis ein bíðilisti
Kortini ber ikki til at siga, at eingin bíðilisti er til. Við øðrum orðum eru tað framvegis foreldur, ið hava barn/børn teirra á bíðilista. Felags fyri hesi er tó, at tey ikki hava tikið av tilboðnum um ansing. Orsøkirnar til hetta eru møguliga fleiri, eitt nú at foreldrini ikki ynskja at barnið skal á stovn/í dagrøkt fyrr enn tað er nakað eldri enn 6 mánaðir, ella at ansingarplássið liggur langt burturi. Eisini koma nýggj børn á listan hvønn dag, men sum støðan er nú, fáa øll hesi børn eitt tilboð um ansingarpláss beinavegin.
Roynt verður at hava fyrilit fyri, at ansingarplássið ikki liggur alt ov langt burturi frá bústaðnum hjá foreldrunum, men tað er ikki altíð, at hetta ber til. Meðan tað um várið er lættari, kann hetta fyrilit vera væl torførari at útinna aðrar tíðir á árinum.

Tørvurin kann vaksa
Um hugsað verður um ta nógvu privatu sethúsabyggingina, ið fer fram í Tórshavnar kommunu, er tað sera sannlíkt, at tørvurin á ansingarplássum fer at vaksa. Fyri framhaldandi at kunna nøkta ansingartørvin, er tørvur tískil á nýggjum stovnum. Og á hesum økinum er kommunan eisini væl við. Eitt nú verður nýggi dagstovnurin við Sundsvegin tikin í nýtslu við ársskiftið. Hesin dagstovnur, sum í løtini er í gerð, verður umleið 700 fermetrar til støddar og fer at hava fýra stovur við 12 børnum í hvørjari. Í byrjanini verða tað einans vøggustovubørn, ið fara at ganga har.