Tørvur á størri opinleika

Arbeiðsgevarar eru ov skjótir at leggja umsóknir frá útlendingum til síðis.

Erika Anne Hayfield hevur seinastu árini kannað tilflytaramynstrini í Føroyum, og er í holt við at nágreina kanningarúrslitini.

 

Úrslitini benda á, at útlendingarnir fyrst og fremst togast við at læra seg føroyska máli, men hareftir tykist tað vera ein trupulleiki, at øll antin vita um ella kenna hvønn annan á onkran hátt í Føroyum. Arbeiðsgevarar tykjast nevniliga hava ilt við at seta onkran, sum teir als ongan kunnleika hava til frammanundan – sum eitt nú ein útlending.

 

- Arbeiðsgevarar eiga at seta til síðis hesa nepotismuna, sum oftani er avgerandi, tá ið fólk skulu setast í starv. Heldur áttu teir at hugt nærri at dygdunum, royndunum og fakligu førleikunum hjá sínum umsøkjarum. At vit kenna okkum trygg við ein persón frammanundan ger kanska avgerðina lættari, men tað er neyvan einstýðandi við, at viðkomandi er best egnaði persónurin til starvi, sigur Erika Anne Hayfield, lektari í samfelagsvísindum á Fróðskaparsetrinum.

 

Hetta er brot úr eini grein, sum er partur av tema hjá Sosialinum hetta vikuskiftið. Sosialurin fæst til keyps í sølubúðum kring alt landi, umframt í talgildari útgávu her.