HOSPICE
Um eina góða viku fær landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum handað eitt tilmæli frá eini starvsnevnd, sum hevur kannað tørvin á hospice í Føroyum. Hospice veitir linnandi røkt og umsorgan til fólk, ið liggja fyri deyðanum.
- Uppgávan hjá okkum hevur verið at kanna tørvin á palliativari ella linnandi umsorgan í Føroyum. Vit hava hugt eftir, um tørvurin kann nøktast innan heilsuverkið, samstundis sum vit hava hugt nærri at, um skilabetri er at seta á stovn sjálvstøðugt hospice, heimahospice, eina palliativa eind ella eitt palliativt lið. Vit hava útgreinað fyrimunir og vansar í teimum loysnum vit vísa á, sigur Jákup N. Olsen, formaður í nevndini.
Greið yvir støðuna
Treytin fyri at taka av tilboði um at koma inn á hospice er, at sjúklingurin er greiður yvir, at eingin lekjandi viðgerð er at fáa.
- Á einum hospice eru góð røkt, umsorgan og eitthvørt pínulinnandi í hásæti soleiðis, at sjúklingurin kann liva virkið tíðina viðkomandi hevur eftir - mótvegis virknari deyðshjálp. Í dag verður hendan røktin partvís veitt á sjúkrahúsunum og heima, men munurin er, at tú sum sjúklingur í Føroyum ikki kanst velja ímillum sjúkrahús ella at verða heima. Skulu vit hava heimahospice má heimarøktin útbyggjast, eitt nú við døgnvakt og hana hava vit ikki sum er.
- Tað ber eisini til at gera palliativar eindir á øllum sjúkrahúsunum ella eina eind bara á Landssjúkrahúsinum. Palliativar eindir kunnu eisini vera á røktarheimunum, og heimarøktin kann útbyggjast soleiðis at vit fáa heimahospice. Sjálvstøðugt hospice er eisini ein møguleiki, men í tí liggur, at ein bygningur verður bygdur til endamálið. Hinvegin er munurin millum eina palliativa eind og eitt hospice ógvuliga lítil. Mín persónliga meting er, at tað mest realistiska í Føroyum er at seta á stovn eina palliativa eind á Landssjúkrahúsinum. Hinar loysnirnar eru allar dýrari.
Hospice, sum í grundini merkir herberg ella heim fyri deyðsjúk, byrjaði í Onglandi á sinni. Á einum hospice er møguligt hjá sjúklinginum í heimligum umhvørvi at hava síni næstu um seg alt døgnið.
- Eg ivist ikki í, at starvsfólk á sjúkrahúsunum gera alt fyri, at tíðin sum eftir er hjá tí ólekjandi sjúka verður so góð sum til ber. Umstøðurnar eru bara ikki nøktandi fyri at veita viðkomandi tað besta, eitt nú at kunna bjóða teim næstu at vera hjá alla tíðina, sigur Jákup N. Olsen.
Gongd á
Frá 1. jan. 1996 til 31. des. í 1999, tvs. í fýra ár doyðu 384 føroyingar av krabbameini. Út frá hesum ber til at siga, at tørvur er á einum hospice í Føroyum við 5-6 seingjarplássum.
- Doyggjandi fólk liggja í miðal 20 dagar á sjúkrahúsi í síðstuni.
Í niðurstøðuni í tilmælinum til landsstýrismannin fer arbeiðsbólkurin at skjóta upp, hvussu gongd kann koma á málið.
- Viðvíkjandi tíðarætlan er spurningurin fígging. Eru pengar til staðar, kann farast í gongd beinanvegin.
Tað var eftir áheitan frá sjúkrahúsráðnum, sum er mannað av sjúklingafeløgum, at fyrrverandi landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum setti eina nevnd at kanna tørvin á hospice í Føroyum. Í nevndini sita umboð fyri sjúkrahúsráðið, sjúkrasystrastjóran, læknafeløg, heimarøktina og Sjúkrasystrafelag Føroya. Nevndin hevur arbeitt síðani seinasta heyst og í næstu viku verður greitt, hvat er komið burturúr.










