Tørvar okkum eina mentannarliga kollvelting?

??Eyðun Mohr Viderø

Tað er helst eitt ellisbrek, at ein tímir at hefta seg við samfelagsligu smálutirnar í størri høpi, men eg kann ikki lata vera!?Sjálvsagt henda alla tíðina broytingar í samfelagnum, sum vit skulu laga okkum til. Bæði innan- og uttanlands hendir mangt og hvat vinnuliga, tøkniliga og mentannarliga, og sum partur í heildini mugu vit laga okkum og taka støðu til broytingarnar.?Her hendir mangt og hvat heima. Havi í øðrum høpi nevnt, hvussu sór krøv verða sett til starvsfólk, sum kunnu verða sett í starv í almennu umsitingini, men havi sett spurnartekin við, hvussu nógv eitt skúlaprógv er vert, um einki høvd fylgir við! Hygg bert eftir, hvussu nógv Umboðsmaðurin hevur at gera og átala, tí hesi væl skúlaðu fólkini ikki eru før fyri at gera sína skyldu! Hví??Okkara lóggevandi løgting haldi eg er sokkið so djúpt í orðavali og hugsannarhótti í samband við viðger av lóggávu og reglum fyri okkum landsmenn, at tað er skelkandi! Hví??Einasta mál í samfelagnum, ið verður sømuliga, væl og virðiliga viðgjørt, er ítrótturin, og serliga fótbólturin. Hetta er gott og væl, men tá henda viðgerð bert kann sigast at vera nøktandi um fótbólt, so er eisini vert at undirstrika, at hetta snýr seg um "fótatrakk"!? Hví? ?Ein afturvendandi spurningur er alla tíðina um at fáa nokk av løn t.v.s. meir, men tá verður ikki hugsað um størri avrik! Ongin verulig viðgerð fer fram í fjølmiðlunum ella innan tinggátt! Hví??Ein skrivandi maður, Carl Johan Jensen, trínur fram og sigur, at "eingin" dugir at skriva, uttan hann sjálvur! Hvar er viðgerðin farin fram, um hetta er rætt, ella um hann við hesum roynir at krógva seg, tí hann sjálvur ikki dugir at skriva? Sá og hoyrdi upplestur hansara í sjónvarpssendingini, men eg skilti einki! Men hvar er gali? Hjá mær ella honum? Hetta mátti verið eitt upplagt evni hjá fjølmiðlunum, men haðan kemur einki! Hví??Okkara kommunustýri á Sandi síggja vit játtar stórar upphæddir til vælgerandi endamál, tó uttan at vit borgarar hava fingið møguleika at gera okkum kunnugar við fíggjarætlanina fyri 2006, samstundis sum henda fíggjarliga tungt koyrandi kommuna hevur fingið fíggjarliga hjálp frá øðrum kommunum í landinum í kreppuárunum í 1990-unum,hevur hægsta skattaprosent-24- og hevur fingið játtan frá Føroya Banka um, at hesin skal fíggja avdráttirnar í Kommunekredit, og geva Sands Kommunu ein avdráttarskáa í fíra ár, soleiðis at skuld kommununnar veksir tilsvarandi!! Hevur landsstýrið góðkent hesa mannagongd, og hevur kommunustýrið góða samvitsku?? Hví??Okkara tjóðskaparligi samleiki líður undir stórum trýsti í hesum døgum. Eg hoyri onga tænandi rødd, bert hjálparleys skríggj, men frá tí, ið ongan rygg hevur, væntast einki!
Tað er væl ikki so gali, at einasta sæluskapandi bjarging er, um útlendingar við fíggjarligum trýsti klára at tvinga Føroya Løgting at seta eina "reyvagrein" inn í revsilógina!