Tørva ikki bjarging men verju

Ætlaða lógarbroytingin innan sjúkrahúsverkið fær allan útjaðaran í Føroyum at ressast við, og tað er ikki so løgið! Ætlanirnar hjá landstýrismanninum í heilsumálum eru so álvarsamar, at eisini eg, sum havi drúgvar royndir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har eg havi arbeitt í 42 ár, má blanda meg uppí kjakið.

Almenna tænastan til borgaran í miðstaðarøkinum er longu á sera høgum støði í mun til restina av landinum. Um allar tænastur verða skipaðar í høvuðsstaðnum, eisini tær fáu, sum eftir eru úti um landið, so versna livikorini í útjaðaranum enn meira.
John Johannessen, landstýrismaður í heilsumálum, hevur á almennum fundi sagt, at hann við lógarbroytingini vil bjarga Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Men hvussu kann ein avtøka av einum sjúkrahúsi verða ein bjarging?

Mistu kommunulæknan
Lokala kommunulæknatænastan varð niðurløgd fyri nøkrum árum síðani. Áður kundu allir føroyingar innanfyri stutta tíð fáa vitjan ella sjálvi vitja sín kommunulækna. Hendan tænasta er nú skipað á Landssjúkrahúsinum, og skulu fólk uttan fyri Havnina síggja ein kommunulækna eftir kl. 16:00 og áðrenn viðtalutíð næsta morgun, ja so mugu tey flyta seg til Havnar.
Skipanin er góð hjá teimum, ið búgva í Tórshavnar kommunu, men eitt stórt afturstig fyri onnur í Føroyum. Fær eitt barn á Viðareiði feburkrampa, tekur tað hálvan annan tíma í góðum líkindum at koyra suður á landsjúkrahúsi.
Niðurleggingin av kommulæknatænastuni kann samanberast við avtøkuna av lokalu sjúkrahúsunum, tí tað snýr seg um heilsu, tryggleika og tað at kenna seg væl í nærumhvørvinum. Niðurleggingin av kommunulæknatænastuni prógvaði, at heilsan hjá fólki ikki er friðhalgað í tilgongdini at miðsavna alt í Havn.


Virðismikli útjaðarin
Útjaðarin í Føroyum tekur sær av at fáa fiskin í land, framleiða og virðisøkja, passa aliringar, kryvja og annars at fáa lidnu ella hálvlidnu vøruna útflutta.
Tað er eisini í útjaðaranum, at mentunararvur okkara enn er sjónskur í tí dagliga arbeiðinum. Tað er her, at eldsálirnar hava gróðrarlíkindir. Eg haldi, at hetta er nakað, sum vit øll, sum búgva í hesum landi, eiga at gleðast og fjálga um.
Vit eru øll góð við høvuðsstaðin, og sjálvandi skulu vit eisini vera stolt av honum. Har skulu vera tilboð og tænastur, men ansið nú eftir! Um tað ikki er liviligt í útjaðaranum, so hvørvur hann, og vit missa fólkið, sum har býr, og tey virðir, sum har verða skapt.
Sjúkrahúsini í Suðuroy og í Klaksvík eru týdningarmiklir tænastuveitarar og týdningarmikil arbeiðspláss. Hvat annað man fara at rapa, um hesir báðir skansar fara um koll?

Vælvirkandi og vart við lóg
Klaksvíkar Sjúkrahús fær ein lítlan part av samlaðu jattanini til sjúkrahúsini. Øll árini eg havi arbeitt her, hevur Klaksvíkar Sjúkrahús verið eitt vælvirkandi sjúkrahús við góðum samstarvi við hini bæði sjúkrahúsini, og starvsfólkini hava kunna ment seg fakliga alla tíðina við eftirútbúgvingum. Hetta hevur gjørt, at serlæknar koma her at arbeiða, tí teir kenna seg tryggar við tað virksemi, sum er her.
Innan fyri mítt øki, sum er Laboratoriið, eru hagtølini fyri blóðroyndir vaksin ómetaliga nógv, serliga síðani 2005, tá ið undirsjóvartunnilin kom. Vit hava nokk at gera og tørva onga bjarging.
Tó so, til tíðir havi eg hugsað, at tað er gott, at vit hava eina lóg, sum sigur, at tað eru trý sjúkrahús. Tí hóast sjúkrahúsini í Klaksvík og í Suðuroy hava virkað væl og prógvað teirra virði, so hava tað altíð verið fólk, sum hava ynskt at avtikið hesi sjúkrahús. Heilsustøðan hjá fólki í útjaðaranum hevur ikki hægsta virði fyri hesi fólk, og dygdin og kundanøgdsemi hjá teimum báðu smærri sjúkrahúsunum hevur heldur einki at siga. Tá ágangurin ímóti Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi hevur verið harðastur, hevur lógin verið ein trygd.


Politikkarar mugu vakna
Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi tørva ikki nakra bjarging, sum John Johannessen vil vera við. Men tey hava brúk fyri politikarum, sum vilja verja rættin hjá fólki uttan fyri miðstaðarøki at hava nærleika til sjúkrahúsverkið.
Tað er at fegnast um, at onkrir politikarar mótmæla ætlanunum hjá landstýrismanninum, og tað er burturvið at niðurgera hesi mótmæli sum val-agn og valøsing.
Landstýrismaðurin sigur í viðmerkingunum til lógaruppskotið, at lógarbroytingin “ongar sosialar avleiðingar hevur,” og “ongar avleiðingar” hevur fyri “serstøk øki í landinum.” Men lógarorðingin um trý sjúkrahús forðar fyri, at alt heilsuverkið verður miðsavnað í Havn, og tí er tað púra burturvið at siga, at tað ongar avleiðingar hevur.
Gera politikkarnir einki, so verður lógin, um at tað skulu vera trý sjúkrahús, tikin burtur. Tá vænti eg, at tað verður skjótt, at alt, sum er upparbeitt í dag, dettur niður fyri. Men vónandi vakna politikararnir, og vónandi varir mótstøðan longri enn valstríðið.

Karin Jacobsen
Leiðandi bioanalytikari á Klaksvíkar Sjúkrahúsi