Tórshavnar Sløkkilið vann firmakappingina hjá Rás2

Fyrr í dag var finalan í Firmakappingini hjá Rás2 á fyrstu hædd í Miðlahúsinum. Tað vóru Tórshavnar Sløkkilið og Articon sum kappaðust í finaluni.

Tórshavnar Sløkkilið vann kappingina við stórum stíli. Tórshavnar Sløkkilið vann 22-13 á Articon. Liðini høvdu møguleika at fáa 33 stig. Longu tíðliga í kappingini var støðan 11-3 til Tórshavnar Sløkkilið.

Tórshavnar Sløkkilið fekk handað høvuðsvinningin, sum er ein ferð fyri 50 fólk við Norðlýsinum, har Birgir Enni fer at borðreiða við einari serligari máltíð.

Tey 9 fólkini hjá Articon fingu ein góðan troystarvinning frá Bowlinghøllini á Hálsi, har tey sleppa at bowla og eta ein góðan búff.

Aftaná fóru sløkkiliðsfólkini eina sigursgongd gjøgnum býin, har tey fóru ýlandi við sløkkiliðsbilinum. Undir greinini sæst ein kykmynd av tí.

Undir greinini er eisini eitt ljóðbrot, har tað ber til at hoyra endan av finaluni í firmakappingini, umframt prátini, sum vóru gjørd aftaná.