Tórshavnar Sløkkilið hevur keypt nýggjan bát, sum verður sjósettur og navngivin í Vágsbotni í morginári.
Báturin er av slagnum Polarcirkel 760 Diving, er knappar 8 metrar til longdar, hann er bygdur á Helgeland Plast, í Mo í Rana, í Noregi og hevur 2 x 150 hk Mercury motorar, er útgjørdur við vanligari nautiskari útgerð s.s. Radari, GPS, VHF og AIS.
Báturin er gjørdur úr tilfari, sum vit kenna frá aliringunum runt um í landinum.
Tórshavnar Sløkkilið veitir hjálp, fyrst og fremst í Tórshavnar kommunu, men eftir áheitan verður hjálp eisini veitt uttanf. Kommunumarkið, um tað er gjørligt! Báturin er ætlaður at bøta um møguleikarnar hjá sløkkiliðinum at veita skjóta og góða hjálp.
Til leiting eftir fólki ella lutum í sjónum, er í flestu førum ein bátur alneyðugur, og hevur gamli »Anton« tænt fyri seg, hann er ikki tíðarhóskandi meira, meira enn 20 ára gamal. Eftir dagsins reglum er ein nýggjur og meira tíðarhóskandi útvegaður.
Tað sigur Tórshavnar Sløkkilið í tíðindaskrivi.
Sum nýggja kavaralógin ásetur skal eitt kavaralið mannast við minst tveimum fólkum afturat kavaranum, og er tað sera umráðandi, at gott arbeiðspláss er á dekki. Flestu kavarauppgávur krevja, at minst tveir kavarar eru í sjónum samstundis, og tá er plássið meira krevjandi, vegna tess, at 7 fólk skulu mynda hesa uppgávu tey eru: kavari, línufólk og tvey hjálparfólk og bátaførari.
Báturin kann verða nýttur, um eldur kemur í bátar her á fjørðinum, ella innan fyri havnarlagið. Festi eru gjørd til brandpumpu, so hon kann standa trygg, eisini kann hjálp veitast við pumpum til at halda bátar lens við, um illa vil til hjá teimum.
Er oljudálking við strendur í Tórshavnar Kommunu, er tað ábyrgd hjá kommununi at støðga og fyribyrgja. Í løtuni hevur sløkkiliðið, sum tekur sær av hesum, bert ein gamlan bát, sum als ikki er tíðarhóskandi til hesar uppgávur, sigur Sløkkiliðið í tíðindaskrivinum.
Báturin kemur at standa á vogni, soleiðis at hann skjótt kann flytast runt í kommununi har tørvur er á honum so sum Velbastað, Kirkjubø, ella eystur um til Sund, Kaldbak, Kollafjørð eisini kann hann hivast í byrgingar ella nýtast á vøtnunum.