Tað var í 1933, at Sløkkiliðið varð stovnað. Men nógv er broytt síðani Johan Shell, Rubekk hjá Mouritsi, Bil-Óli, Zacharis Reynagarð, Anton og André Andresen og aðrir góðir havnarmenn vóru sløkkiliðsmenn í býnum og høvdu sproyturoyndir úti á Reyni.
Tá Tórshavnar Sløkkilið í 1948 fylti 15 ár, flutti støðin í Varðagøtu, har p/f Wenzel Petersen hevði havt bil- og verkstað í nøkur ár. Verkstaðið varð innrættað til brandstøð, og vóru umstøðurnar eftir tátíðarinnar krøvum góðar.
Í Varðagøtu húsaðist Sløkkiliðið tey næstu nógvu árini, til flutt var niðan á Oyggjarvegin í desember 1994.
Men Brandstøðin er ikki bara eldur og eldsløkking. Har er eisini eitt stórt savn við ellisakførum, tí seinastu árini er nógv gjørt burturúr at seta gomlu sløkkiliðsbilarnar í so góðan stand, at teir kunnu koyra. Somuleiðis er øll tann gamla útgerðin og amboð, sum ikki verða nýtt í dag, savnað á støðini.
Fyri rættiliga at markera dagin, fær støðin ein nýggja brandbil við allari hugsandi útgerð, og kemur hesin bilurin at standa í túninum saman við øllum hinum 15 bilunum.
Í sambandi við 70 ára dagin verður sum sagt opið hús á Brandstøðini mikudagin 1. oktober. Nógv er at síggja á støðini, og gleðir starvsfólkið seg at síggja fyrrverandi starvsfólk, vinir og kenningar henda dagin.