Tórshavnar kommuna skal gerast burðardygg

Javnaðarflokkurin í Tórshavnar býráð strembar eftir at gera kommununa burðardygga. Orkunýtsla og orkutørvur verður í løtuni skrásett í øllum kommunalum bygningum

Næsta stigið er at gera burðardygga ætlan fyri orkunýtsluna, soleiðis at kommunan brúkar sum minst av dálkandi orku.

Húsarhaldini í Føroyum eru næststørsta dálkingarkelda. Tí er umráðandi at herða krøvini til bygging og umbygging av bygningum. Kommunan skal ganga á odda at eggja og vegleiða øllum borgarum og vinnuni í orkumálum. Tá gerast vit øll vinnarar, kommunan og hvør einstakur vinnur pening, samstundis sum útlátið minkar. Somuleiðis vilja vit seta krøv til veitarar, t. d. tá ið høli skulu leigast, skal orkuvirksemi vera so høgt sum gjørligt.

Okkara mál er ein burðardygg kommuna. Ein kommuna, har øll orka kemur frá varandi orkukeldum. Hesum vil Javnaðarflokkurin í býráðnum framhaldandi virka fyri. Set X við lista C 11. november, tá er tú við til at gera Tórshavnar kommunu til eina burðardygga kommunu.