Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur sagt gott fyri Tórsvølli hjá UEFA, hóast eingin endalig byggiváttan er latin vøllinum.
UEFA krevur eina sokallaða trygdarváttan frá byggimyndugleikunum, áðrenn eitt stadion kann brúkast til altjóða dystir, og hesa váttan hevur UEFA fingið frá umsitingini Tórshavnar kommunu.
Á váttanini, sum er undirskrivað 14. juni í ár, er viðmerkt, at góðkenningin er treytað, tí arbeiðið er í gerð.
Í hesum ?security certificate?, sum Ítróttar-Sosialurin hevur fingið hendur á, váttar byggimyndugleikin, at teir hava skoðað arbeiðið á Tórsvølli, at arbeiðið stendur mát við øll teknisk krøv, og at trygdin er í lagi.
Síðani verða allir partar av vøllinum ? til dømis girðingar og áskoðarapláss ? góðkendir við teirri viðmerking, at arbeiðið er í gerð.
Byggimyndugleikin skal vátta
Leiðarin av stadiondeildini hjá UEFA, René Eberlé, hevur sjálvur verið í Føroyum og hugt eftir Tórsvølli, áðrenn loyvi var givið vøllinum at hýsa altjóða dystum.
Men hann hevur ikki førleikan til at meta um tekniska partin av byggingini. Tað skal byggimyndugleikin gera.
Og tá Tórshavnar kommuna sigur seg standa inn fyri trygdini á vøllinum ? hóast arbeiðið var í gerð ? var eingin forðing fyri, at Tórsvøllur kundi takast í brúk í summar. At tað so nú hevur víst seg, at eitt mistak var gjørt í uppsetingini av einum lýsingarveggi hevur skapt røring í málinum.
Byggi- og býarskipanarnevndin hevur tikið málið upp og krevur eina frágreiðing frá umsitingini um øll viðurskifti í málinum.
Tórsvøllur somu viðgerð sum øll onnur
Tað er býarverkfrøðingurin í Havn, sum hevur undirskrivað váttanina til UEFA, men honum hava vit ikki fingið fatur á, hóast vit hava roynt í fleiri dagar. Í gjár ? fyri evstamark ? sat hann á fundi og kundi ikki røkkast.
Tekniski stjórin í Tórshavnar kommunu, Marius Müller, vil ikki gera viðmerkingar til váttanina, sum umsitingin hevur latið UEFA. Men hann vísur á, at málið um Tórsvøll hevur fingið júst somu viðgerð í umsitingini sum øll onnur byggimál í kommununi.
? Vit hava givið eitt byggiloyvi til Tórsvøll, og tá arbeiðið er liðugt, skulu vit skoða tað og geva eina váttan fyri, at alt er í lagi. Meðan arbeiðið er í gerð hevur kommunan einki eftirlit, tað hava teir sum byggja, sigur hann.
Men hóast kommunan ikki hevur hetta eftirlit, hava teir latið UEFA eina treytaða váttan fyri, at alt er í lagi á Tórsvølli.
Kommunan onga ábyrgd
Fleiri ymisk feløg hava verið við í byggingini av Tórsvølli, og tvey ymisk feløg hava gjørt tann partin av arbeiðnum, sum eitt mistak var í. Tað er Verkfrøðingastovan, sum hevur havt eftirlitið við arbeiðnum.
Formaðurin fyri grunnin Tórsvøll hevur viðurkent, at eitt mistak varð gjørt, tá lýsingarveggurin varð settur upp, og tað mistakið verður rættað.
Vit høvdu gjarna viljað spurt býarverkfrøðingin í Havn, um hann ikki heldur, at ein váttan til UEFA gevur kommunalu umsitingini skyldu til at ansa eftir, at alt er í lagi á vøllinum ? eisini lýsingaveggir og áskoðarapláss ? men honum hava vit ikki fingið fatur á.
Býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen, sigur, at tað er ikki ábyrgdin hjá kommununi at halda eyga við hvørjum smáluti á Tórsvølli. Tað hava teir, sum byggja, sítt egna eftirlit til at gera.
? Og so skulu vit minnast til, at tað er ikki kommunan, men UEFA, sum hevur góðkent Tórsvøll til altjóða dystir, sigur hann.
Men uttan treytaðu váttanina frá kommununi hevði tað ikki borið til at spælt altjóða dystir á Tórsvølli.