Tórshavnar kommuna nógv størri íløgur næsta ár

Fíggjarætlanin hjá høvuðsstaðarkommununi hækkar ein fjórðing næsta ár. Íløgurnar hækka 100 mió. krónur Á eyka fundi hjá Tórshavnar kommunu í gjárkvøldið varð fíggjarætlanaruppskot fyri 2008 lagt fyri býráðið.

Ætlanin vísir eina hækking upp á ein góðan fjórðing í mun til í ár. Verandi fíggjarætlan er upp á kr. 590.134.000. Ætlanin fyri 2008 er upp á kr. 742.000.000,-.

Tað eru serliga íløgurnar, sum ætlandi hækka næsta ár, sigur kommunan á heimasíðuni. Settar eru 256 milliónir krónur á uppskotið fyri 2008. Í ár er talið 155 milliónir.

Eisini upphæddin fyri barnaansing hækkar. Í ár eru góðar 122 milliónir til barnaansing. Uppskotið fyri næsta ár biður um 135 milliónir. Eisini tekniskar veitingar hækka úr knøppum 97 milliónum, til 108 milliónir.

Hinvegin lækka lánsgjøldini hjá Tórshavnar kommunu úr 3,7 milliónum í ár til eina millión komandi ár.