Tórshavnar kommuna gevur ov lætt upp

Tað kann ikki verða meiningin, at Tórshavnar kommuna í hvørjum einstøkum føri skal ganga ynskjum hjá øllum borgarum á møti, um hvørjum tey vilja búgva saman við. Hvar enda vit, um vit sjálvi skulu ráða yvir, hvørji okkara grannar eru, sigur Foreldrafelagið í Havn í viðmerking til mótmælini frá argjafólki ímóti ætlaða barnagarði

Soljóðandi bræv er sent Elini Lindenskov, forkvinnu í sosialu nevnd í Tórshavnar býráð.

Í Sosialinum tann 22. sept. 1999 var grein við yvirskriftini: ³Grannar føtur í spenni ímóti ætlanini hjá Tórshavnar kommunu um at gera ein barnagarð til 30 børn í grannalagnum².

Á Argjum beint yvirav fótbóltsvøllinum hjá AB liggja eini stór sethús. Húsini verða nýtt til ansing av uml. 20 børnum í dagtímunum. Tvær dagrøktarmammur halda til í ovaru hæddini, meðan spælistovan fyri dagrøktina heldur til í kjallaranum.

Húsini og økið rundan um eru vælegnað til ansing av børnum og innrættað til endamálið. Góðir parkeringsmøguleikar eru inni á økinum, so eingin bilur við ørindum á staðnum stendur nakrantíð úti á sjálvum vegnum. Tórshavnar kommuna hevur longu góðkent húsini bæði til dagrøkt og til spælistovu.

Eigarafelagið í økinum hevur bæði skrivliga og munnliga hvassliga mótmælt at fáa ein barnagarð sum granna, hóast hann longu hevur hildið til har í eitt áramál, bara undir einum øðrum heiti nevniliga dagrøkt/spælistova.

Argumentini ímóti barnagarðinum hjá eigarafelagnum á Argjum eru: 1. At økið bert er ætlað til sethús, og 2. At tey ikki vilja hava meira ferðslu inn í økið.

Felagið fyri foreldur at børnum undir skúlaaldri, eisini kallað Foreldrafelagið, fer ikki at lata hetta mótmælið fara ósvarað aftur við borðinum. Vit undrast stórliga á, at nakar skal hava nakað ímóti, at børn okkara verða ansað í einum væl hóskandi umhvørvi við frískari luft, vekk frá bilosi og larmi, sum annars er felags fyri nógvar ansingarstovnar í býnum.

Tað kann væl vera, at økið bert er ætlað til sethús, men okkum vitandi liggja allir ansingarstovnar í Tórshavnar kommunu í sethúsaøki, eisini kallað íbúðarøki og einki er at ivast í, at ansing av børnum til allar tíðir er farin fram í økjum roknað til sethús. Fyrr var illa um ansingarplássini skulu leggjast saman við íðnaði ella tungíðnaði. Hvat ferðsluni viðvíkir so er vegurin út til sethúsini bæði breiður, góður, og ikki minst almennur.

Eisini eru fleiri dømi eru um, at sethús eru umbygd til stovnar, til stóra gleði fyri allarflestu borgarar í kommununi.

Foreldarfelagið metir, at Tórshavnar kommuna gevur ov lætt upp í hesum málinum. Tað kann ikki verða meiningin, at Tórshavnar kommuna í hvørjum einstøkum føri skal ganga ynskjum hjá øllum borgarum á møti, um hvørjum tey vilja búgva saman við ella ikki, tí hvar enda vit so, um vit sjálvi skulu ráða yvir hvørji okkara grannar eru.

Vit skilja als ikki, at fyrisitingin í Tórshavnar kommunu letur henda avbera góða ansingarstovn frá sær, tí tað er í síðsta enda kommunan sjálv, sum ræður yvir hvat virksemi skal vera í økinum, bara treytirnar í byggjusamtyktini ætlaðar til íbúðarøkið, verða hildnar.

Líknandi mál var í Vági fyri nøkrum árðum síðani, har grannar mótmæltu, at eini sethús vóru nýtt til vardar íbúðir. Vágs kommuna tók ikki klaguna til eftirtektar, men nýtti ístaðin sínar heimildir og fólk við serligum tørvi fluttu inn í vardu íbúðinar. Í dag liva øll í sátt og semju.

Fyri ikki so langari tíð síðani varð ætlanin at ansa børnum í sjónleikarhúsinum slept, tí partarnir ikki kundu einast, hóast táverandi formaður í sosialu nevnd við hesari loysnini hevði lovað okkum uml. 50 ansingarpláss. Hvørjum skulu vit trúgva um syrgiliga støðan á ansingarøkinum bert verður nýtt sum vælagn við taknemmligum lyftum, sum einki hald er í.

Tað verður ein vanlukka fyri borgarar og ikki minst fyri børnini, um Tórshavnar kommuna eisini sleppur hesi ætlanini bert tí, at tað ikki hóvar einstøkum eigarafeløgum, at grannarnir eru okkara børn við somu rættindum, sum tey sjálvi.

Líkt er til, at Tórshavnar kommuna gevur skarvin yvir, hvørja ferð hon hevur eitt sindur av mótvindi, og samanlagt við Sjónleikarhúsinum eru 80 møgulig ansingarpláss mist.


Spurningar til Elina Lindenskov ætlað sum svargrein:

1.Skulu borgarar framyvir sjálvir ráða yvir, hvørjir grannarnir eru.

2.Talar byggisamtyktin har omanfyrinevndu sethús standa beinleiðis ímóti barnaansing í økinum.

3.Hava kommunur heimild til at broyta eina av landsstýrinum góðkenda byggjusamtykt.

4.Hvussu eru byggisamtyktir og býarskipanir tengdar saman, herundir vega- og byggiviðurskifti, tá ið talan er um ferðslu til og frá omanfyrinevnda økið

5.Hvørjum reglum eru dagrøktin/spælistovan í sethúsinum á Argjum góðkend eftir.

6.Hvat við verandi sethúsum, sum er gjørd um til stovnar. Skulu hesir niðurleggjast tí teir liggja í íbúðarøki ella um ein kæra kemur inn.

7.Skulu børn okkara í framtíðini ansast í økjum roknað sum íðnaðarøki til virkir.

8. Hevur Tórshavnar kommuna nakrar ætlanir um at spyrja foreldur á Argjum, hvat tey halda.


Vegna Foreldrafelagið

Bryndis á Dunga, forkvinna