Tórshavnar Bý­ráð súltar ikki Musikk­skúlan

Vit hava tvørturímóti útvegað bæði fullfíggjað projekt eins og fígging til at byggja ein framkomnan nýggjan Musikk­skúla í Havn. Og tað er gjørt í neyvum samstarvi við allar partar á økinum – eisini í neyvum samstarvi við Musikk­skúla­nevndina.
Musikkskúlanevndin verð­­ur boðin til fundar beint eftir páskir – og tá verður eisi­ni farið til verka at byggja ein nýggjan Musikkskúla í Havn.