TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Tórshavnar býráð hevði hóskvøldið býráðsfund og fríggjamorgunin var so ein tíðindafundur á skránni, har borgarstjórin greiddi nærri, hvørja avgerðir og hvørji mál býráðsfundurinhevði at bjóða.
Eitt mál, sum hevur verið nógv frammi seinastu dagarnar, er málið við Bussleiðini hjá Tórshavnar býráð. Bussleiðin verður í næstum boðin út. Tekniska nevnd í býráðnum hevur fyrireikað útbjóðingartilfar, sum er tøkt nú hjá øllum, ið hava hug at bjóða. Hetta er í tráð við nýggju kommunulógini, ið talar fyri, at allar uppgávur skulu øll javnt bjóða uppá.
Við verandi skipan eru tað fýra veitarar, sum røkja bussleiðina fyri kommunan, og hesir hava verið teir somu síðani bussleiðin byrjaði at virka fyrst í áttatiárunum. Sáttmálin er endurnýggjaður á hvørjum árið. Netto kostar tað Tórshavnar býráð ellivu milliónir um árið at reka bussleiðini. Brutto er kostnaðuri 14 mió, har tríggjar milliónir eru inntøka av billettum .
Leiðirnar verða bodnar út hvør sær. Soleiðis at skilja, at talan er um fýra leiðir, sum dekka allan býin og eisini Kaldbak og Kollafjørð. Ein veitari kann tó bjóða upp á allar leiðirnar. Hetta verður eisini gjørt fyri at staðfesta ábyrgdina. Veitararnir fáa eitt gjald fyri teir tímar, teir koyra, og býráðið fær allar inntøkurnar frá koyringini.
Um dagin skal tað framvegis vera so, at hálvur tími er millum fráferðini, men um kvøldið verður hetta til ein tíma. Leygardag verður bert koyrt til kl. 17, og sunnudag verður als ikki koyrt. Hetta ger býráðið, tí kanningar vísir, at hesa tíðir koyra ógvuliga lítið av fólki við býarbussunum. Sunnudagar koyra millum 60-100 fólk við bussunum.
Eisini setir býráðið tey krøv, at bussarnir skulu vera í góðum standi, og talan skal vera um nýggjar bussar, sum eru lágir, so lætt er at koma í teir.
Jan Christiansen veit ikki at siga, um teir fara at spara nakrar pengar, tí teir seta eisini stór krøv, men hann heldur hesa skipanina fara at verða góða, tí talan er um eina einkla og góða skipan. Býráðið fer eisini at keypa eitt nýggja elektroniska billetskipan, sum verður nýtt í staðin fyri verandi skipan í framtíðini. Vert er eisini at nevna, at býráðið sigur seg hava funnið fram, at billetprísurin við bussleiðunum er lítil samanborið við onnur lond.
Tilboðini skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 15. august.
Skattur
Býráðið í Tórshavnar Kommunu er ógvuliga misnøgt við skattainnkrevjingina. Býráðið kenni seg vera illa viðfarið, tí borgarar hjá kommuni skylda kommuni nógvar milliónir, men pengarnir koma ikki inn, og hetta heldur býráðið skyldast Toll- og Skattstovuni, sum tey meta hevur lyndi til at eftirgeva skuldina. Jan Christiansen sigur tað vera sera trupult hjá býráðnum at leggja ætlanir, tá teir ikki vita heilt, hvussu nógv kemur inn.
Fúlasta dømið, ið eisini var fyri á býráðsfundi, er ein borgari í kommununi, ið er vinnurekandi,og hann verður sagdur at skylda Tórshavnar Kommunu 1,5 mió kr. Orsøkin verður søgd at vera, at persónurinikki hevur givið upp. Navnið á persóninum varð tó ikki upplýst fyri almenninginum.
Tórfinn Smith, býráðslimur, sigur, at spurningurin viðvíkjandi skattainntøkunum fyri fyrstu ferð varð reistur í 1997. Hin 9. januar 1997 varð gjørt upp, at 1130 persónar skyldaðu kommununi 85 mió kr. í skatti. Harav skyldaðu 373 teirra 84 mió. Trupulleikin er ikki minkaður, stendur at lesa í frágreiðingin frá býráðsfundinum hóskvøldið.
?Býráðið átalar harðliga skeivur gongdina og biður um, at líkningarmyndugleikin, og skatta innkrevjingin verður flutt aftur til kommununa skjótast gjørligt, stendur at lesa í skrivi til landsstýrismannin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, frá Tórshavnar býráð.
Ídnaðarøkið
Tórshavnar Kommuna samtyki eisini á fundi hóskvøldið at gera eina útstykkingarætlan í Skarðshjalla, sum er beint norðanfyri Sandvíkarhjalla.
Talan er um yvir 50.000 fermetrar, og jørðin skal keypast frá Jarðarráðnum. Prísurin á jørðini er einar 50 kr/fermeturin. Arbeiðið verður gjørt í trimum stigum, og tá verður talan um eitt veruligt ídnaðarøkið á Hjalla.