Tórbjørn Jacobsen: Tað ringasta sum kundi henda

Tey hørðu hjørtuni vildu ikki taka ímóti mínari útrættu hond, sigur Tórbjørn Jacobsen

Floksósemja

? Eg royndi at rætta hondina út fyri at fáa semju. Men tað kláraðu tey hørðu hjørtuni í flokkinum ikki at taka ímóti.
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, sigur, at tað er onki, hann kann gera við avgerðina hjá Tingmanningini um at koyra hann úr flokkinum á tingi.
Men hann heldur, at hetta var tað ringasta, sum kundi henda fyri flokkin.
Men tað er nógv í málinum, sum hann ikki skilir. Eitt nú skilir hann ikki, hvat aðalstjórnin hevur við tingmanningina at gera.
?Hetta var tað ringasta, sum kundi henda, tí hetta skaðar flokkin almikið og eg skilji ikki, at fáfongdin hjá summum flokslimum kann vera so sterk, at teir eru til reiðar at skaða flokkin fyri at fáa sítt ígjøgnum.
Men nøvn vil hann ikki nevna.
Hann dugir ikki at skilja, at eitt mál ímillum persónar skal viga so nógv, at tað endar við eini ekslusión.
Sjálvur metir Tórbjørn Jacobsen seg eisini hava verið fyri persónsálopi, tí í Dimmu mánadagin er Karstin Hansen endurgivin fyri at siga, at Tórbjørn er ikki megnar at umsita seg sjálvan.
? Er tað ikki persónsálop av tí grova, spyr Tórbjørn Jacobsen.

Fer at stríðast sum ongantíð fyrr
Annars boðaði sjónvarpið frá mánakvøldið, at Tórbjørn Jacobsen fór at biðja um farloyvi í tinginum fyri at forða fyri, at flokkurin fór í tviningar.
?Hetta er eitt persónsmál, sum órógvar allan flokkin og eg helt, at tað kundi loysast við at annar parturin tók seg aftur í eina tíð fyri at fáa frið í flokkinum aftur.
Men tað verður nú av ongum.
? Eg bað um farloyvi fyri at forða fyri, at flokkurin fór í tvíningar. Tað var í vónini um, at tíðin kundi lekja sárini, so at vit aftur kundu finna saman um nakrar vikur, ella mánaðir.
? Men nú tingmanningin hevur samtykt at koyra meg út, gevur tað als onga meining at fara í farloyvi.
Tórbjørn Jacobsen vísur eisini aftur tí, sum flokkurin sigur um, at hann skal hava fingið eina fráboðan um støðuna.
Í gjáramorgunin hevði hann onki frætt.
Men hann vísur á, at tað eru bara fimm av átta tinglimum, sum hava atkvøtt fyri at koyra hann úr flokkinum og tað heldur hann er ein veik støða.
Tórbjørn Jacobsen sigur stendur tað við, at hann er koyrdur úr flokkinum, fer hann sostatt at møta á tingi sum vanligur tingmaður.
? Og har farið eg at vera so virkin, sum ongantíð fyrr og har fari eg at føra veruligan tjóðveldispolitikk, soleiðis sum hann m.a. kom til sjóndar í fyrstuni, tá ið Høgni Hoydal varð formaður, tá ið farið var undir skipaðu loysingina.Hesin politikkur varð jarðaður eftir valið á heysti í 2000 og ongantíð reistist aftur.
Eftir hansara tykki hevur hevur tjóðveldisflokkurin partvís slept tjóðveldispoltikkinum á gólvið.
? Tjóðveldispolitikkurin hjá flokkinum endaði við einum málsetningi um at yvirtaka skrásett parlag og tað er hetta, sum eg fari at royna at fáa aftur á beint.
Tú hevur boðað frá, at tú hevði nakrar politiskar hondgranatir liggjandi í skápinum, sum tú fór at bresta, gjørdust tað neyðugt?
? Tað fer tíðin at vísa!
Fert tú at stilla uppaftur fyri tjóðveldisflokkin?
? Fái eg eina áheitan frá valfelagnum, fari eg at stilli eg uppaftur, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Og hann leggur afturat, at hann hevði ikki havt trupulleikar at siti á tingi saman við Høgna Hoydal aftur, um so skuldi verið.
? Eg dugi ikki at síggja tað stóra í hesum máli, so tað skal ikki skorta upp á vilja frá mær til at finna stevið aftur.