Leygardagin tók Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, við einum sektaruppskoti á 7.000 krónur. Bótina fær hann fyri, at hann sum skipari hevði ábyrgdina av, at frystifarmaskipið, Halgafelli, sakk 11. januar.
Tað er enn ikki greitt, um hetta fer at fáa politiskar avleiðingar fyri landsstýrismannin. Tjóðveldisflokkurin fer í vikuni at viðgera málið og meta um, hvørt tað skal fáa nakrar politiskar avleiðingar.
Síðani tað kom fram, at Tórbjørn Jacobsen fór at verða ákærdur fyri brot á sjóreglurnar í sambandi við óhappið, hevur nógv verið kjakast um landsstýrismaðurin eigur at fara frá, orsakað av ákæruni ella ikki.
Á aðraru síðuni hava fólk víst á, at ein landsstýrismaður eigur at fara frá, tá hann er ákærdur fyri at hava brotið landsins lógir. Á hinari síðuni hava fólk sagt tað vera hysteriskt at krevja ein landsstýrismann frá, tí hann er ákærdur fyri at hava verið óskettin í einari keðiligari støðu.
Sambært teimum útsagnum, Tjóðveldisflokkurin higartil er komin við í málinum, kann ikki roknast við, at málið fer at fáa stórvegis politiskar avleiðingar fyri landsstýrismannin.