ÍF MÁLVERJI
ÍF hevur fingið nýggjan málverja. Talan er um Tórður Thomsen, sum hevur verið eykamálverji í Runavík, og sum trý tey seinastu árini hevur vant saman við og undir vegleiðing av Jens Martini Knudsen.
ÍF hevur seinastu tíðina arbeitt við at fáa ein málverja afturat. Tá ið teir taptu í Gøtu, var Jákup Helgi Egholm millum stólparnar. Sambært snøggu ÍF leikskránni, so ber tað av arbeiðsávum hvørki Jákupi Helga ella Emil Toftagaard, sum eisini hevur verið ÍF málverji, til at venja so ofta, sum tað verður mett rímuligt, at teir, sum eru við í kappingini um besta plássið, eiga at gera.
ÍF hevur nú leigað Tórð Thomsen úr NSÍ. Avtalan er galdandi fyri tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum. Tórður Thomsen hevur tvær tær seinastu vikurnar vant í Fuglafirði, og avtalan varð undirskrivað fríggjadagin. Soleiðis sum vit hava skilt tað, so var tað upp á tal, at hann skuldi vera við í hópinum ímóti Skála, men nýggi málverjin var sjúkur sunnudagin.
At Tórður Thomsen verður roknaður at hava góð evni millum stólparnar fingust góðar ábendingar um, tá ið landsliðsvenjarin hevði hann við á venjingarlegu í Spania.
Í steypakappingini, har ÍF bíðar eftir hálvfinalunum, og í fyrstu umførunum í landskappingini var Jonn Thomsen ein av sera stúttu ÍF verjuspælarunum. Nú hevur hann ikki verið við nakrar ferðir. Tað kemst av, at hann í landskappingardystinum ímóti HB í Havnini tann 11. mai var skaddur í knænum.
Sambært ÍF leikskránni skal Jonn Thomsen leggjast undir skurð í hesi vikuni. Tað verður roknað við, at tað er meniskinum, at tað er galið við. Um tað er soleiðis, so verður tað hildið at vera møguleiki fyri, at Jonn aftur fer at verða førur fyri at venja og spæla heilt skjótt.