Nógvir føroyingar ynskja, at tað skal ganga Danmark og hinum norðurlondunum væl í slíkum kappingum, men tá hesi orðini verða skrivað, er tað bara Noregi, sum hevur ein møguleika at sleppa víðari frá bólkaspælinum. Bæði Danmark og Svøríki eru úti av kappingini. Svøríki var óheppið í seinasta dystinum, tá teir umsíðir vístu, hvat teir duga til, og Danmark hava bara í løtum víst nakað, sum varð vert at klappa fyri. Danski innsatsurin hesaferð hevur verið langt frá teimum stóru døgunum í Fraklandi fyri tveimum árum síðani, tá Danmark endaði millum átta tey fremstu londini í heiminum.
Enn hava føroyingar ikki gjørt vart við seg millum tey sterkastu londini í Europa, men tað er stuttligt at hugsa um, at kekkar, sum eru eitt av londunum í endaspælinum, við neyð og deyð - og eittt sindur av vánaligum ítróttaranda - vunnu dystin móti føroyska landsliðnum á Svangaskarði. Ein av kekkisku spælarunum hevur eisini havt leikbann í tveir dystir, tí hann fekk reytt kort móti Føroyum. Hetta eru alt prógv um, at føroyingar spæla við millum teir stóru, og sjálvt um vit ikki eru við til endaspølini, so hava vit ávirkan á, hvør tað er, sum sleppur so langt. Føroyingar fáa eisini vitjan av nógvum av hesum endu fótbóltsspælarunum, og tað er við til at eggja og stimbra okkara heimligu spælarar - bæði yngri og eldri.
Sjónvarp Føroya vísir alla herligheitina frá Belgia og Hollandi, og tað er fínt. Tað bilar einki, um vanliga skráin hjá SVF verður órógvað eitt sindur í tríggjar vikur, tá orsøkin er tað framúr undirhaldið, sum flestu føroyingar gjarna vilja síggja. Hevði SVF ikki sent dystirnar, ja, so høvdu føroyingar bara lagt saman við onkrari aðrari sjónvarpsrás. Og nú EM-kappingini fer inn í avgerandi partin, økist spenningurin, og tað er nú, at stóru avgerðirnar fara at falla. Hvør er drúgvast, hvør má lúta, hvør kann fegnast og hvør má syrgja. Alt verður avgjørt næstu 10 dagarnar.es Eidesgaard:
»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«
»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað
persónliga frælsið fer fyri bakka«
»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«
»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«
»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá
Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein
samtykt«
ENDURGEVINGAR:
Høgni Hoydal:
»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«
»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«
»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir
fíggjarlógarviðgerðini seinast«
»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«
»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«
»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av
Christiansborg«