Týr spennandi skrá fyri framman

Í oktober og november mánaði fer Týr at spæla á konsertum í fýra ymiskum londum. Teir ætla gera eitt rættiligt átak í Íslandi, tá nýggja stakfløgan hjá teimum kemur út

Fyrstu vikuna í oktober fer Týr í upptøkuhølini at taka eina stakfløgu upp, og aftaná tað bíðar ein spennandi konsertskrá við uppgávum í fýra ymiskum londum.
Fyrsta konsert við nýggja sangaranum, Allan Streymoy, verður í Sumpinum á Oyrasundskolleginum í Keypmannahavn.
17. oktober spælir Týr á kanska best umtókta staðnum í Oslo, Smuget, og dagin eftir spæla teir á Scanart festivalinum í norska høvuðstaðnum.
7. november fer bólkurin til letland, har teir fara at spæla í høvuðsstaðnum, Riga. Dagin eftir spæla teir í býnum Jelgava, sum liggur 50 kilometrar frá Riga.
Frá 20. november til 1. desember fer Týr at ferðast í Íslandi, har teir veruligan fingu vind í seglini fyrr í ár. Tá er stakfløgan Ólavur Riddararós komin út, og sjónbandalagið til sangin Hail To The Hammer verður frumsýnt í Íslandi. Við hesum í rygginum skal Týr Royn at fáa áhugan fyri teimum upp á sama stig fyrr í ár.