Rockbólkurin Týr var hóskvøldið við í kappingini Live Contest, sum er tann fyrrverandi DM i Rock. Stóra kappingin fer fram í hesum døgum kring Danmark, og hóskvøldið skuldu fimm bólkar kappast um eitt pláss í hálvfinaluni á Loppen í danska høvuðsstaðnum.
Tað gjørdist tó ikki Týr, sum kom víðari frá hesum umfarinum. Tað var hinvegin bólkurin Aim, sum bæði fekk atkvøðurnar hjá dómarabólkinum og hjá áhoyrarunum.
Týr spældi sangir av komandi fløguni hjá bólkinum, millum annað Regin Smið.
Á heimasíðuni hjá Live Contest verður kappingin hóskvøldið ummæld, og har verður bólkurin verður samanborin við nøvn sum Led Zeppelin og Whitesnake.
? Der er noget højtideligt, storladent over musikken, som hænger sammen af mange forskellige stykker, dog hele tiden med en gennemgående figur nemlig old-nordiske melodipassager, som både synges på engelsk og på nordiske sprog, skrivar ummælarin, Sara Futtrup Lund, og hon heldur fram:
? For mig ser jeg en spøjs blanding af øldrikkende skotter og færøske kædedansere, når alle 4 mand istemmer med et råbekor. Det virker meget helstøbt, og Tyr spiller rigtig godt sammen. Det er dog som at blive skruet ned i en tidsmaskine, hvor man lander i 80?erne. Men selvom Tyr er et råb fra fortiden, er de dog i sin genre et fint bud.
Leygarkvøldið verður Týr við í fimta innleiðandi umfarinum í Prix Føroyum, og bólkurin kann eisini fegnast um, at áhugi er fyri honum uttanlands. Teir hava frætt frá fólki í USA, Argentina, Russlandi, Belgia og heilt úr Tasmania. Tónleikurin hjá bólkinum hevur verið ummældur í USA og Russlandi, og fløgan ?How far to Asgaard? verður spæld á eini útvarpsstøð í New York og eini í Portugal.