07 Vestur hevur fingið góðan styrk til komandi kappingarár í Effodeildini. Talan er um tann vælkenda spælaran, Tór-Ingar Akselsen, sum hevur skrivað undir sáttmála við felagið.
Felagið skrivar á heimasíðu sínari, at Tór-Ingar hevur verið uttanlands við familjuni seinastu fýra árini. Tey hava starvast við bíbliuskúla og trúboðan í Florida, USA.
Tór-Ingar Akselsen, sum er 35 ára gamal, hevur58 mál í 137 dystum fyri besta liðið hjá 07 Vestur. Umframt 07 Vestur og FS Vágar, so hevur hann eisini í trimum skiftum umboðað HB.