Føroyski málmsbólkurin Týr er í uppskoti til at vinna eina altjóða virðisløn. Talan er um virðislønina Global Metal Apochalypse fyri ársins útgávu, og tað er nýggjasta plátan hjá Týr, Hel, sum er tilnevnd hesa virðislønina.
10 onnur í tungmálmsheiminum eru tilnevnd hesa somu virðisløn. Millum hinar bólkarnar, ið eru tilnevndir, eru stór nøvn sum eitt nú svensku Sabaton, Eluveitie úr Sveis og Jinjer úr Ukraina.
Øll kunnu atkvøða, og fyri at gera sína atvkøðu galdandi er neyðugt at atvkøða í øllum greinum. Atkvøðugreiðslan er HER.