- Eg haldi, at tær gjørdu okkum bilsnar longu undir upphitingini. Men eg má eisini siga, at talan gjørdist um ein fínan dyst. Tað er eisini gott fyri okkum, at vit fáa harðar dystir, og tað hava vit avgjørt ikki altíð fingið á oyggjaleikum. Og fyri áskoðararnar er hetta jú eisini nógv stuttligari. Men vit gjørdu tað nú eisini nógv truplari enn neyðugt fyri okkum sjálvar.
Persónligu mistøkini vóru øgiliga nógv í tali. Vóru tað kanska drúgvaru royndirnar hjá tykkum, sum gjørdu, at tit at enda fingu koppað dystinum?
- Tað kann tað vera. Umstøðurnar at spæla eru tó ikki tær somu, sum vit eru vanir við, so nógvir lutir kring dystin eru øðrvísi. Men vit gjørdu eisini heilt ófatuliga nógv persónlig mistøk, og tí komu vit alla tíðina at spæla undir trýsti. Og tað ger jú, at tú alla tíðina ert eitt sindur knýtt og fær ikki slappa av.
Men eg kann ætla, at tit eru glaðar, nú tit hóast alt vunnu dystin.
- Absolutt! Vit skuldu jú vinna hendan dystin. Og hóast vit ikki vistu, á hvørjum støði tær spældu á, so royndu vit í hvussu er ikki at undirmeta tær, segði Karin Mikkelsen.