Tær duga at seyma og hugna sær

Meðan seymimaskinurnar ganga heitar, og børnini spæla á gólvinum, verða alskyns "verðinstrupulleikar" loystir.

Seinastu vikurnar hava kvinnur samlast til tað, tey rópa barssilsseyming í gamla Missiónshúsinum á Strondum, og í morgun vitjaðu umboð fyri Sjóvar kommunu inni á gólvinum.

 

- Sigast má, at tær duga, bæði at seyma og hugna sær, samstundis sum børnini vera ansaði. Meðan seymimaskinurnar ganga heitar, og børnini spæla á gólvinum, vórðu alskyns "verðinstrupulleikar" loystir.

 

Í Sjóvar kommun vísa tey á, at tað eru tær báðar, Siri E. A. Grey og Poulina Chung, sum eru fyriskiparar av skeiðnum. Tær plaga at vera 12 kvinnur, men í morgun vóru tær bara seks.

 

Siri E. A. Grey og Poulina Chung siga við heimasíðuna hjá Sjóvar kommunu, at tær umhugsa at hava okkurt líknandi skeið aftur eftir summarfríðtíðina, men júst, hvussu tað verður skipað, verður meira at frætta um.

 

Um heimasíðuna hjá Sjóvar kommunu - www.sjovarkommuna.fo - síggjast nakrar myndir, sum eru tiknar av barsilsseyming í morgun.