So byrjar ólavsøkan. Í kvøld bjóðar FUTT í býin til Ólavsøkufestival, har nógv av teimum bestu innan føroyskan tónleik undirhalda ólavsøkugestunum. Við millum annað Terja Rasmussen, Páll Finni Páll, Frændum, Hanus G. Johansen, Guðrið Hansdóttir og SIC, verður hetta ivaleyst ein fjølbroyttur ólavsøkufestivalur við tónleiki á høgum støði.
Eingi av nevndu bólkunum tørva stórvegis introductión, men í rætta festivalanda kann tó nevnast, at tveir teir undanfarnu festivalarnir bjóðaðu eisini til føroyskan tónleik, har nakrir av nevndu bólkunum veruliga stungu seg framúr mongdini.
Við Múrin vóru tað serstakliga Páll Finnur Páll, ið gjørdi seg merktar við einari fantastiskari framførslu, og á Gøtusandi sungu fleiri túsund festivalgestir við til kendu løgini hjá Frændum.
Undanfarnu ár hevur Ólavsøkukonsertin verið hildin í kommunuskúlagarðinum í Havn, men í ár verður øðrvísi. Kommunuskúlagarðurin hevur seinnu árini bert verið eitt savningarstað fyri tey heilt ungu, men í ár hava fyrireikarar sett sær fyri at fáa allar aldursbólkar við til ársins festival. Í hesum sambandi er Ólavsøkufestivalurin fluttur oman á stóra parkeringsøkið í Tórsgøtu, har ein stórur pallur skal húsa tónleikarunum.
Ólavsøkufestivalurin, ið burturav bjóðar til føroyskan tónleik, verður sannlíkt merktur av kendum sing along løgum, ið fara at floyma um Havnina til tann ljósa morgun.
Hetta er skráin.
20:05 Stewies Loveranch við Ragnar Finsson
20:40 Jens Marni Hansen
21:00 Faroe 5
21:45 Guðrið Hansdóttir
22:05 Sic
23:05 Terji Rasmussen
23:25 Mc-Hár
00:10 Hanus G. Johansen
00:30 Páll Finnur Páll
01:50 Frændur