Síðani tá hevur Sakaris havt eitt útgávutiltak á Káta horninum í miðbýnum í Havn, og í dag hava Fróði & The Pink Slips eitt líknandi tiltak sama stað. Umframt hesi bæði frálíku tiltøkini – og fleiri onnur – er eisini ymiskt spennandi hent á netinum.
Tí hesar seinastu dagarnar hevur Heiðrik á Heygum givið út lagið »Blonde« við tilhoyrandi og hugtakandi sjónbandalagi, ið er at finna á vimeo.com. Somuleiðis hevur Knút Háberg Eysturstein, ella bara Knút, lagt feita lagið »The Road« á soundcloud.com. Fyrsta staklagið av komandi fløgu hansara.
Alt hetta er ein staðfesting av, at føroyska tónleikalívið stendur í fagrasta blóma hesa ársins tíð – og hetta fara vit at fáa nógv fleiri prógv næstu dagarnar og vikurnar.
Í Summar er umrøða Roskilde festivalinum mentanarliga ískoytið hesaferð. Tónleikarin og tónleikaummælarin Niels Uni Dam hevur verið á festivalinum, og hann greiðir frá sínum upplivingum har. Tíverri var eingin føroyskur bólkur ella einstaklingur og framførdi hesaferð, men áður hava nøvn sum Teitur, 200, Boys in a Band og Høgni Lisberg spælt á stóra danska festivalinum.
Boys in a Band hoyra vit ikki nógv til longur, men Teitur hevur fyri kortum spælt í Sirkus í Havn, fløguaktuellu 200 hava spælt kring landið seinastu tíðina og fara eisini at gera tað í summar, meðan Høgni Lisberg, sum eisini gevur fløgu út fyrsta dagin, hevur útgávukonsert á G!
Á politiska pallinum tosa vit við formannin í Sjálvstýrisflokkinum. Flokkurin livir lívið á eggini og Kári P. Højgaard ásannar, at tað valla er lista D lív lagað, um hann ikki røkkur upp um tinggáttina næsta val, eins og feskasta veljarakanningin sigur.
Summarið er tíðin, tá kærleikin blómar. Tí hava vit valt at varpa ljós á mongu brúdleypini, sum standa fyri framman. Men vit hava samstundis eisini valt at fara aftur um orsøkina til eitt hvørt brúdleyp, nevniliga forelskilsi. Hvat er forelskilsi fyri nakað, fyribrigdið, sum fær okkum upp á hægstu tindar og niður í myrkastu dalar?
Forelskilsi ger nógv og er fyri øll, summarið og Summar tað sama.