Ein av áhoyrarunum og røðarunum á fundi leygardagin var Heðin Mortensen úr Tórshavnar Býráð. Hann fegnast sum vera man um nýggja stigið við áhugafelagnum Mentón og undirstrikar, at stuðul avgjørt verður veittur ætlanunum um betri hølisviðurskifti til konsertir og venjingar.
- Vanlig mannagongd er, at vit lata 30% í stuðli til slíkar verkætlanir, meðan landið letur onnur 30%, og tað ætla vit okkum eisini at gera í hesum føri, sigur ein avgjørdur Heðin Mortensen.
Bíða eftir útspæli
Sambært Heðin Mortensen hevur býráðið saknað eitt felags áhugafelag.
- Í staðin fyri individuelt at hava fyrispurningar um ymiskt, er talan nú um eitt felags átak við einum felagi, og nú bíða vit eftir einum útspæli frá teimum um, hvørja verkætlan man skal fara í holt við, sigur Heðin Mortensen. Sum hann skilir er ein arbeiðsbólkur í Mentón í gongd at fyrireika eina verkætlan og eina kostnaðarætlan.
- Tað eru nógvir spurningar og nógvir møguleikar, vit í framtíðini skulu taka støðu til, t.d. um hús til tónleikin antin skulu keypast ella byggjast, sigur Heðin Mortensen. Hann vísir á, at teir framvegis miða ímóti at hava Tórsgøtu sum mentanardepil og mentanargøtu burturav í Havn, og tískil skal kannast, um hølir eru tøk at hýsa tónleiki í Tórsgøtu.
- Men í løtuni bíða vit so eftir, hvørji ynski koma frá Mentón, og so kunnu vit fara meiri ítøkiliga í gongd at útvega tónleikinum betri umstøður, sigur Heðin Mortensen úr Tórshavnar Býráð, sum fegnast um nýggja áhugafelagið og fegin vil lata stuðul.