Tiltakið, sum verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld klokkan 20 og í Norðurlandahúsinum leygardagin klokkan 15.30, er rættiliga serstakt og forkunnugt Saman við úrmælingum á tónlistaliga økinum, sum fara at framføra tónleik úr ?Kvartett til tíðarinnar enda? (Olivier Messiaen), fer listamaðurin í Fuglafirði, Frits Johannesen, at sýna fram átta stórar oljumálningar.
Hugskotið um at sameina tónleik og list birtist, tá Frits Johannesen og klaverleikarin, Jóhannes Andreasen, ein dagin fyri nøkrum árum síðan komu í prát um gitnu ?kvartettina til tíðarinnar enda?, sum franska tónaskaldið, Oliver Messiaen, skrivaði í týskari fangalegu undir seinna heimsbardaga.
Hetta er eitt av høvuðsverkunum innan klassiskan tónleik í 20. øld.
Tónleikurin, sum verður framførdur í kvøld og leygardagin, er fyri violin, klarinett, sello og klaver, og tað verða framúr dugnaligir tónleikarar, ið standa fyri framførsluni.
Amerikanski klarinettleikarin Lee Morgan er soloklarinett-leikari í Kongaliga Kapellinum í Keypmannhavn, pólski selloleikarin Andrzej Bauer er víðagitin solistur og undirvísir á konservatoriinum í Warshava, violinleikarin Øssur Bæk virkar burturav sum sololeikari, og klaverleikarin Jóhannes Andreasen undirvísir í føroysku musikkskúlaskipanini og hevur drúgvar royndir frá altjóða virksemi.
Forvitnisliga og forkunnuga tiltakið í Mentanarhúsinum og í Norðurlandahúsinum varar í umleið ein tíma.
Atgongumerkini í Mentanarhúsinum í kvøld kosta 100 kr., og í Norðurlandahúsinum verður kostnaðurin 150 kr.
Øll eru vælkomin, og næmingar hava ókeypis atgongd.
Tað eru Konsertfelagið og Norðurlandahúsið, ið skipa fyri.










