Tónleikur 2001 kemur í næstu viku

28. november fæst nýggja tónleikaárbókin hjá Pop.fo og Sosialinum til keyps kring landið

 

Árbókin Tónleikur 2001 er í hesum døgum til prentingar. Tað er Hestprent í Havn, sum tekur sær av prentingini, eins væl og fyritøkan eisini hevur umbrotið bókina.

Tónleikur 2001 verður 116 síður til støddar, og øll bókin verður prentað í litum. Bókin fer at kosta 159 krónur og verður at fáa kring landið 28. november.

Innihaldið í bókini er býtt upp í mánaðir, og greitt verður frá øllum týðandi tónleikahendingum. Talan er bæði um stytti og longri greinar, og myndirnar eru sjálvsagt týðandi partur av bókini. Nógvar myndir, sum ongantíð hava verið frammi áður, eru at síggja í bókini. Harafturat eru eisini yvirlit yvir føroyskar fløguútgávur og útvaldar tónleikahendingar í árinum.

Við Tónleiki 2001 ber tað til at koma tættari at føroyskum tónleiki. Lesarin sleppur við á pallin, aftur um pallin, á ferð við tónleikabólkum og inn í upptøkuhølini.