Tónleikatalent hevur seinastu framførsluna

Um vikuskiftið hava fólk høvi at hoyra Bjarna Lisberg framføra fyri seinastu ferð. Í hvussu so er í eina tíð.

 

Leygarkvøldið verður skipað fyri dansi á Tvøroyri, har 24 ára gamli Bjarni Lisberg fer at framføra saman við nøkrum av føroya royndastu tónleikarum.

Eisini fara Brandur Enni, Mike og Evi at upptraðka á pallinum hetta kvøldið saman við Bjarna Lisberg og hansara bólki.

 

Orsøkin til at Bjarni Lisberg ikki verður at síggja handan tangentarnar á føroyska tónleikapallinum komandi tíðina er tann, at ungi tónleikarin fer undir hægri lesnað á Kingston University of London í Onglandi.

 

Hann hevur annars veruliga gjørt vart við seg innan føroyskt tónleikalív, líka síðani hannn sum 14 ára gamal spældi til dans fyrstu ferð. Hann hevur spælt við í fleiri tónleikabólkum og einstaklingum so sum Faktor4, Sveiniur Divaz, Brandur Enni, Evi , Mike umframt EGO, sum er heitið á bólkinum, sum hann sjálvur stovnaði fyri umleið trimum árum síðani.

 

Tað verður millum annað tónleikur úr skránni hjá EGO, sum verður at hoyra leygarkvøldið. Burturúr skránni kunnu nevnast løg hjá Robbie Williams, Sting, Elton John, Shania Twain, Eagles, ABBA, Beatles og Queen umframt nakað av føroyskum, heilt frá siðbundnum kenningum til okkurt nýggjari hjá Eivør og kanska okkurt lag hjá Nalja eisini verður at hoyra í nýggjari útgávu.