Tónleikarin og tónasmiðurin Jógvan Telling 65 ár

Leygardagin tann 7. juli verð­ur havnarmaðurin, Jógvan Tell­ing Joensen 65 ár. Hann er føddur tann 7/7 í 1947, og hann er sonur Eigil Joensen úr Vági og Maju Joensen úr Tórs­havn. Navnið Telling hev­ur hann eftir abbanum í móðurætt, Gerhardi Telling, sum var dani og giftist Jóhannu í Reynagarði, og høvdu tey Tellings Vaskeri í Tórs­gøtu. Jógvan Telling hevur eina yngri systur, Hannu Joensen, sum er bú-sit­andi niðri.
Jógvan Telling byrjaði at spæla tónleik av álvara sum tannáringur miðskeiðis í 60’unum, og hann fekk stuðul heimanífrá til sítt virksemi, har var klaver í húsinum, og hann fekk sín fyrsta gittara frá mammu síni, og unglingarnir vandu í tíðarskeiðum heima í stovuni hjá Maju. Hann spældi í bólk­unum King Bees við m.a. Finnboga Johannesen og Cream Crackers við m.a. Birg­ari Johannesen. Jógvan Telling spældi sologuitar og orgul í hesum seinna bólk­inum.
Eftir lidnan studenta­skúla flutti hann til Keyp-manna­havn­ar í 68. Her kom hann skjótt upp í før­oyska hús­­orkestrið í Pæsa­stovu, har mann­ingin taldi m.a. Jógvan Dahl og Kára Mouri­tsen. Í 1969-70 verður í Keypmannahavn tikið stig til at spæla inn og geva út tættir úr teimum studenta­kabarettunum, sum høvdu verið í Sjónleikarahúsinum. Her komu tvær EP’ir út, á tí fyrru m.a. “Sektus og Sekterius” og á tí seinnu sang­irnir “Tinganes”, “Gamla Dimma”, “Lisa” og “Alment starv”. Annika Hoydal tók lut saman við áðurnevndu per­sónum á hesum upp­tøk­um, og hesi komu at mynda tónleikabólkin Harka­lið­ið, sum hevur havt so stóra ávirkan á føroyskan rút­misk­­an tónleik. Teirra LP-útgáva frá 1971 var ávirkað av fólka­tónleiki og rákinum frá tí tíðar­skeiðnum, og hon fevndi um m.a. nýtulkingar av før­oyskum vísum. Harkaliðið var ein virkin tónleikabólkur í Danmark í 70’unum, og hann tók lut í fleiri donskum sjónvarpssendingum, har eitt hæddarpunkt var luttøkan við Anniku Hoydal í tí Danska Melodi Grand Prix-num í 1979 við “Alduni” við teksti eftir Gunnari Hoydal og lagnum hjá Anniku Hoy­dal. Síðani góvust tey at spæla saman, og tey byrjaðu ikki aftur fyrrenn summarið 1988, tá tey savnaðust aft­ur til 3. konsertir í Norður­landa­húsinum.
Jógvan Telling og Annika Hoydal góvu í 1977 út Lp’ina “Annika og Jógvan”, har m.a. sangirnir “Beinta” og “Tá babba kemur heim” eru at hoyra.
Jógvan gav út tvær singul­plátur við 4 løgum á hvørjari í 70’unum, har m.a. sangurin “Skiparin Lítli” gjørdust ein landaplága og var fastur táttur í kvøðuljómunum í mong ár. Kendasta lagið hjá Jógvani er helst lagið til yrkingina hjá Hans Andriasi Djurhuus “Meg minnist eina mynd”, sum hann longu skriv­aði lag til, tá hann var fyrst í 20’unum.
Hann gav eisini nógv ann­að út m.a. “Jógvan í Kátu­vík” og “Jógvan og Lív”, saman við Lív Berglind (f. Dam). Eisini luttók hann í 1972 á EP’ini “Manningin”, sum m.a. hevði lagið “Mær dámar bjór og brennivín” við Hera Kragesten, Finnboga Jo­hannesen, Birgari Jo­hannes­sen. Hetta er bara ein brot­partur av teimum útgávum, sum hann hevur luttikið á.
Í 1985 var Jógvan Telling liðugur við tónleikaútbúgving sína við universitetið í Keyp­mannahavn. Í eitt tíðarskeið eftir hetta sigldi hann sum tónleikari á marglætis­ferða­manna­skipum á Donau og í Mið­jarðar­havinum. Í 1986 flutti hann aftur til Før­­­oyar og starvaðist á Før­­oya Lærara­­skúla og á Há­­skúl­anum, Musikk­skúl­an­­um og eitt styttri tíðar­skeið í Hoy­­dølum. Hann hev­ur stjórn­að ymiskum kór­um m.a. Glymur í 5 ár, Háskúla­kór­in­um, Barnakórinum á musikk­skúlanum og Kaggakórinum. Hann starvaðist eisini í 70’unum og 80’unum hjá Út­varpi Føroya og hevði tón­leikasendingar og V4-sendingar.
Í 1989 gav Harkaliðið út “Harkaliðið - for sale”, sum fekk nógva umrøðu, m.a. tí fútabann var sett ímóti einum sangi á fløguni. Í 1990 kom so fløgan út aftur, nú nevnd “Mjólkavegurin”, við tí innihaldsligu broyting í mun til fyrru fløguna, at lagið, sum fekk fútabann, var skift út við eitt annað lag. Í 1991 kom enn ein útgáva við Harkaliðnum út “Nýtt og grovt gamalt” við eldri og nýggjari tilfari.
Bólkurin helt fram við konsertum fram til á váríð 1993, tá Jógvan Telling fekk ein blóðtøpp í heilan. Síðani tá hevur Jógvan ikki havt møguleika at fáast nógv við tónleikin. Tey seinastu árini hevur hann lagt á annan bógv og fæst nú nógv við m.a. at mála málningar o.a. fyri at stytta sær stundir.
Jógvan Telling hevur ver­ið ein av undangongu­monn­unum innan føroyskan rút­miskan tónleik, við m.a. ný­skapandi útsetingum av løgum úr kvæða- og vísu­ment­an okkara, við m.a. at seta nýggjari ljóðføri til hesi aldargomlu løgini. Jógvan hevur eisini megnað í sínum lagasmíði at gera løg, sum eru einkul, men hava megnað at fangað áhoyraran og fest seg í minnið á lurtarum í fleiri áratíggju. Hann hevur verið ein av teimum virknastu før­oysku tónleikarunum bæði í 70’unum og 80’unum, og tónleikurin hevur verið fjølbroyttur og fevnur um ný­skapan, skemt, kærleika, barna­sangir og eisini meiri provo­kerandi sangir. Hann hevur sett tónleik til yrk­ingar hjá nógvum ymiskum yrkjarum, men hann hevur eisini skrivað ein stóran part av yrkingunum til sín tónleik sjálvur m.a. yrkingarnar til “Eg varnist okkurt vakurt” og “Eg haldi at eg livi”. Hans­ara frálíku evni innan sang­skriving fevna víða, frá tí ótrúl­iga væl­skrivaða lagnum “Meg minnist eina mynd” til teir vøkru barna-sang­irnar “Skiparin lítli” og “Katrin býr við strondina” til teir skemtiligaru sangirnar “Eg skuldi verið Cowboy” og “Hon fór suður við Smyrli”, og sjálvandi og ikki minst til tónleikin, sum hann var við til at skapa saman við hinum í Harkaliðnum.
Eg vil hervið ynskja tón­leikaranum, lagasmið­inum, yrkjaranum, listamanninum, troubadourinum og provo­ka­tørinum, Jógvani Telling Joen­sen, hjartaliga til lukku við 65 ára føðingardegnum.
-----
Hans Olivur Joensen