Tónleikarík Páskir í Suðuroynni

Suðuroyggin hevur nógv áhugaverd tiltøk á skránni um høgtíðina. Fríggjakvøldið verður dansur í VB-Høllini við Páll Finnur Páll. Eisini Stóra Pakkhús í Vági hevur livandi tónleik hetta kvøldið við Hjalmar og Neil, sum teljast millum royndastu tónleikararnir í Suðuroynni.

 

Eisini tvørámenn hava livandi tónleik á skránni hetta kvøldið. Talan er nevniliga um livandi tónleik frá Tróndi Enni í Pubbini á Tvøroyri.