Tænastuleiðari umborð á Smyrli

Í nærmastu framtíð verður ein tænastuleiðari settur umborð á Smyrli. Talan er um eitt nýtt starv, sum verður sett í samband við, at Strandferðslan fer at víðka um møguleikarnar við Smyrli.

Strandferðslan hevur søkt eftir fólki, og starvið verður sett aftaná Ólavsøku. Starvið kemur at líkjast tí, sum danskarar kalla fyri Hovmeistari. Viðkomandi skal standa fyri matstovuni, kafeteria, móttøkuni, kioskini og tílíkum.
Tænastuleiðarin verður settur, so at ferðafólkini kunnu fáa enn betri trivna umborð. Eisini er tað ein liður í ætlanini hjá Strandferðsluni um at víðka um virksemi hjá Smyrli. Teir vilja fegin bjóða Smyril fram til fundir og líknandi. Teir kanna aðrar møguleikar enn rutusigling, sum kunnu geva fleiri inntøkur.
- Tað er eitt flott skip, og umstøðurnar eru sera góðar til fundir og tílíkt. Fólk hava tikið sera væl ímóti skipinum, og tey fara væl um, sigur Heini á Borg frá Strandferðsluni.