TÓMI KRABBIN

Tað var ein fjálturstungin landsstýrismaður, sum varpaði nakrar onkisigandi plansjur upp á bróstið úti í Albert Hall seinrapartin fríggjadagin. Sum ein groggy nevaleikari, ið eftir ein ordans lúsing, ein uppercut, er knock outaður, royndi hann sum frægast at selja produktið, ið Jørgen og Kristian høvdu fatlað um ennið hansara.

Tað gjørdi Komiski Ali, propagandaministarin hjá Saddam Hussein, eisini, sjálvt um yvirskeggið mundi fløkst uppí rotorarnar á amerikansku hernaðartyrlunum, ið longu tá høvdu fingið tamarhaldið á Bagdad. Í mínum stilla sinni kom mær hugs einu ferðina vit lógu í Casablanca. Kokkurin, Tummas Pauli, pápi hin navnframa miðvallaran á landsliðnum, Súna Olsen, hevði føðingardag. Vit royndu at gera honum dagin so makaleysan sum gjørligt. Fóru í samráðingar við ein marokkanskan útróðrarmann, ið nýliga var komin á støð. Keypti nakrar gevaldigar krabbar frá honum. Komnir umborð aftur sleptu vit kríatúrini niður í pottin, settu speadin upp á kabússini og svaldu okkum vælindini, meðan vit hugagóðir bíðaðu eftir ársins delikatessu.

 

Áhoyrarnir fingu at vita, at samgongan var samd um, at búskapurin var ovurhitaður, og at neyðugt var við tálming. Tøl komu tó at kalla ongi á bróstið í hesi óprofessionellu framløguni, ið eittans hevði til endamáls at káva útyvir, - at leggja Waterloo landsstýrismansins undir eina dýnu av mjørka. Hann royndi mest bluffkenda trickið í landinum, at lancera ein faktor, 0,7 procentstig av mettari bruttotjóðarinntøku í 2008, sum eitt gandatal, ið skuldi verja tálmingina, og táið hann legði einasta trumfin á borðið í teknisku oyðimarkarferðini, at danin Kallesen, sum designaði hvítusunnupakkan hjá donsku stjórnini og Jóannesi Eidesgaard á sinni, skuldi hava blástemplað fíggjarlógaruppskotið, tá roknaði hann ikki við at nakað eyga var turt. Ævinligi sannleikin logerar sum vit vita í Keypmannahavn. Hevur hann tala, eru spurningar óneyðugir og til fánýtis. Tá hava vit flutt okkum úr faktuellu og rationellu sferuni yvir í trúðarheimin. Hetta er okkara klassiska passión, sum tíanverri ongan logiskan botn hevur.

 

Útreiðslur landskassans økjast við 255 milliónum í 2008. Skattalættin, fyri landskassans viðkomandi, verður á 70 milliónir krónur. Óendaligu ávaringar Magna um ovurhitaðan búskap, tálming og at taka trýstið av speadaranum eru endaðar í eini vanlukku, har hann sjálvur hevur trýst pedalin niður ígjøgnum dúrkið. Ongin fíggjarlóg síðani kreppuna hevur verið so ekspansiv, og hartil ovurupphitandi, sum hendan, og landsstýrismaðurin oysir pøsir av petroleum út yvir bálið. Sveiggini verða styrkt og handlað verður diametralt mótvegis retorikkinum, sum hevur syvja úr borgini undir Kongavarða, síðani stórtjarnarstjórin í óðum verki leyp út av rókini. So galið er tað vorðið, at fíggjarnevndarformaðurin, Anfinn Kalsberg, helt seg vera kallaðan at traðka í karakter, og sissa fólkið, táið hann í Degi og Viku lovaði skattaborgarunum, at hann nokk skuldi steðga búskaparliga ørskapinum hjá Magna Laksáfoss í parlamentarisku skipanini, táið nevndin um korta tíð fór at pilka uppskotið sundur og seta tað saman aftur so skynsamt sum møguligt. Óvanligt at politiski tryggleikin kemur frá hasum bordanum.

 

Hvat ið er hent úti í Albert Hall í seinastu viku, undir samráðingunum um fíggjarlógina, vita bara tey sum vóru ástødd. Somikið lak tó út ímillum rivjabeinini á tíðindafundinum, at Kristian og Jørgen høvdu býtt á skinninum. Javnaði og Fólkaflokki so líkt. Hans Pauli sleppur á eina ordans ballónferð hiðani til valið 19. januar og Óli fekk skattalættan. Magni, sum ikki hevur megnað at peila hesar dystin lærdu menninar av í snildi, situr nú fullur upp undir hendur í trupulleikum. Sveinastykkið krakeleraði. Ein fossur av fíggjarfæi kemur nú skolandi út ímillum teori og praksis og tað tók bara AC-paktini ein fyrrapart at spreingja politiska moydóm hansara. Einasta hálmstráðið hann hongur seg í, er at skattalættin er minkaður við einum triðingi, og tað eru kolasvørt ósannindi. Í samgonguavtaluni var semja um 240 milliónir í lætta. Tað talið er rokkið og væl tað, longu í 2007. 273 (316 milliónir kommunurnar incl.) milliónir eru longu spolaðar upp á hasa hespuna, og varð hildið fram sum um onki var hent, so hevði avtalan um tær 240 milliónirnar verið endað á 397 milliónum (454 milliónir kommunurnar incl.) við ársendað í 2008. Eftir broytingina nú endar hetta talið á 363 milliónum, tvs. at Óli Breckmann í hesum samgonguskeiðnum fekk 363 milliónir í skattalætta til tey múgvandi ístaðin fyri tær avtalaðu 240 milliónirnar. Ei dáni í, at propellirnar undir Adamseplinum gerast alt meira eksotiskar í sínum víðfevnda litbragdi. Og at løgmaður er farin at ganga meira fattur, nú vissa er fingin fyri, at hann sleppur at vera sólkongur í eitt triðingsár afturat.

 

Hví mundi tað nú ganga so galið, í mun til tað sum landsstýrismaðurin ætlaði, og hví endaði útbasuneraða tálmingin nú við eini uppaftur størri ovurhiting, og hvør var konsistensuirn í ísinum, sum hann ætlaði at køla skipanina av við?

 

Sambært einum uppriti, sum Magni Laksáfoss hevði við sær til ein landsstýrisfund um fíggjarlógaruppskotið, gongur fram, at hann rættiliga hevði hvest sær líggjan. Hansara tilmæli eru púra greið:

 

 

Ferðaavgjaldið skal hækka úr 120 krónum, fyri hvønn ferðaseðil úr Føroyum, upp í 240 krónur, og verður mett, at hetta skal geva landskassanum 12 milliónir meira í ferðaavgjaldi í 2008.

 

Inntøkutrygdin hjá fiskimonnum skal strikast og mett verður, at hetta skal geva landskassanum 25 milliónir í 2008.

 

 

 

Fiskimannafrádrátturin skal lækka úr 14 procentum niður í 11 procent og markið úr kr. 470.000 niður á kr. 300.000. Hetta verður mett at geva landskassanum umleið 21 milliónur í 2008.

 

Serliga brennioljuavgjaldið var nevnt á landsstýrisfundinum. Ætlanir hava eftir øllum at døma verið at hækka tað, men tað framgongur ikki av uppritinum hvussu ítøkiliga landsstýrismaðurin ætlaði at fara til verka viðvíkjandi hesi kontuni.

 

Skattalættin fyri 2008 skal strikast, og sagt verður, at búskaparstøðan ikki er tann rætta til at lata fleiri skattalættar, eisini tí, at komið er longu upp um loftið á 240 milliónir frá samgonguavtaluni frá 2004.

 

Rentustuðulin til sethús skal lækka úr 40%´um niður í 35%. Ætlanin er, at land og kommunur skula rinda hvør sína helvt av hesum. Hetta átakið hevði givið landskassanum 26 og eina hálva millión krónur.

 

Arvaavgjaldið hevur eisini verið til viðgerðar á fundinum. Tað sæst ikki í uppritinum hvussu nógv Magni hevur ætlað at hækka tað, men táið tað hevur verið partur av dagsskránni, so er ongin ivingur um, at partur av tálmingini skuldi koma úr einum øktum procentstigi á arvaavgjaldinum.

 

Tilfeingisgjald skal leggjast á uppsjóvarvinnuna og flakatrolararnar í Barentshavinum. Mælt verður til ein yvirskotsgrundaðan skatt. Og mett verður, at hetta kann geva landskassanum einar 30 milliónir í meðal um árið.

 

MVG-endurgjaldið til kommunurnar skal takast av. Í stigum yvir 3 ár, og skal hetta geva landskassanum umleið 37 milliónir árliga.

 

 

Hetta var líkasum samráðingarbotnurin, og politikkurin sum Sambands-flokkurin, ígjøgnum Magna Laksáfoss, spældi út við, táið samráðingarnar byrjaðu. Harumframt hevur verið nevnt, at hann ætlaði, at fíggjarlógin skuldi javnviga við einum yvirskoti á 600 milliónir krónur.

 

Vit, sum hava verið við til samráðingar av hesum slagi fyrr, kunna bara gita okkum til hvussu leikur fór. AC-paktin er ein dynamisk eind, táið pragmatikkurin verður pallsettur. Gamlir og royndir politiskir revar, sum eru ógvuliga tilvitaðir um hvørjum teir skula leska, flokseksistensinum, og hartil eru teir ógvuliga málrættaðir. Jørgen & Kristian eru sum siamesiskir tvíburðar. Standa øksl við øksl um so himmal og hav ganga saman í eitt. Teir slaka tó fyri eitt gott orð, um valdið er farið at ríða undan teimum. Í hesum førinum var tað ein svong AC-pakt, sum samráddist við eitt Samband í góðari konditión. Veljarakanningin í vikuni styrkti samráðingarstøðuna hjá Magna & Co., og Sambandið kundi uttan hóvasták leggja somikið av trýsti á, at samgongan skrædnaði. Landsstýrismaðurin, sum hevði givið teimum vind í seglini og sum sjálvur hevði glorvað inn í tingið við risafetum, um val varð útskrivað, kundi gøllhalda politisku bøllingarnar hjá AC-paktini eftir vild. Hann lat kjansin fara. Ella var tað Lisbeth L. Petersen, sum bað um eitt time-out í samráðingunum, og fekk etablerað eina nýggja heita linju millum formannin yviri í ST-húsunum í New York og AC-paktina. Og tá sat Magni sum lús ímillum tvær naglar við ongum mandati. Síggi Breckmann fyri mær hendan fríggjamorgunin, táið hann læandi innantanna hevur rørt sær mjølkina út í báðar the-kopparnar, eygleiðandi hesa fyri tey flestu óvæntaðu hending og sjón, har Laksáfoss spakuliga bræðist niður í grund. Sum at síggja eitt kjarnorkuverk spreingjast í luftina.

 

Giti mær til, at the point of no return hevur verið táið Magni forroknaði seg við skattalættanum. Hann hevur hildið, at hesin var heilagur fyri Fólkaflokkin, og tí valdi hann strategiina, at slaka í sínum kravi um at strika lættan fyri 2008. Úr 104 milliónum niður í 70 milliónir. Tá helt hann at Fólkaflokkurin fór at reisa seg upp á afturbeinini og provokera fram eitt val, men tað hendi sjálvandi ikki. Jørgen smekkaði til umgangandi, segði topp, nýggj avtala um skattin var komin í hús og Magni sat skoraður fastur í AC-felluni, sum løgd var út fyri hann. Nú vendist ikki aftur. Og Fólkaflokkurin hevur eftir semjuna fingið 123 milliónir meira í skattalættum í hesum valskeiðnum, enn hinir báðir flokkarnir bundu seg til í avtaluni frá 2004. Táið klassakampurin allíkavæl er erkleraður deyður av sosialdemokratiska generalinum av Tvøroyri, so er hetta lítið og onki at tosa um millum vinir.

 

Krøvini hjá landsstýrismanninum um at hækka ferðaavgjaldið, at taka av inntøkutrygdina hjá fiskimonnum, at lækka fiskimannafrádráttin, at hækka brennioljuavgjaldið til sethús, at strika skattalættan í 2008, at minka munandi um rentustuðulin til sethúsaeigarar, at hækka arvaavgjaldið, at leggja tilfeingisgjald á uppsjóvarvinnuna og flakatrolararnar í Barentshavinum og at strika MVG-endurgjaldið til kommunurnar vóru síðani foykt av borðinum.

 

Fíggjarmálaráðharrin situr nú eftir við einum uppskoti, harið útreiðslurnar vaksa við 255 milliónum krónum. Harumframt kemur skattalættin á 70 milliónir krónur. Yvirskotið, sum ætlandi skuldi verða 600 milliónir krónur, er tódnað niður í 150-200 milliónir krónur. Umframt tað sum er lagt uttanfyri landskassan, eitt nú Marknagilsdepilin. Og hann roynir at selja hetta tekniska knock-outið við einum danskt blástemplaðum fiktivum tali á 0,7 procent av eini mettari bruttotjóðarúrtøku í 2008. Ímeðan hevur Fólkaflokkurin fingið stundir og skotbrá at fremja valstrategiina líka fram til 19. januar. Hon er tvíeggjað. At lynsja Miðflokkin og at krossfesta Magna Laksáfoss. Seinra átakið er longu vunnið, skilagóðu borgarligu veljararnir kunna nú eins væl velja Óla sum Magna, nú hesin seinri er farin at selja fólkaflokssemjuna sum sína egnu, er vorðin handilsreisandi í radikalt sjálvstýrandi parfumu politikki, og nú hava Jørgen og teir heilar fýra mánaðir til at royta nakað innaftur av tí, sum er mist í svinginum til Jenis & Co. Loysingaratkvøðurnar eiga tó onga aðra trygd enn hana, sum tær kunna finna í Tjóðveldinum.

 

Nú eru gigantisku krabbarnir frá útróðarmanninum í Casablanca kókaðir. Vit oysa upp úr og tað vætir úr munnklivunum. Spenningurin er øgiligur. Væl setstir loysa vit skelirnar omanav kroppunum. Og løtan gjørdist tíanverri líka so tragikomisk sum við politiska stórkrabbanum, ið hevur boltrað sær á fjølmiðlapallinum síðani 15. mai í ár, - har var ikki matartuggan í teimum. Teir vóru skralltómir innan. Royndi at tosa við seljaran um hetta, táið hann kom aftur á støð kvøldið eftir, men hann ypti bara akslar, og segði, at samsvarandi árstíðini átti hetta at vera so. Eg helt tó, at vit høvdu keypt undir skeivum fyritreytum, men hann lat ikki við seg koma. Handilin var gjørdur.

Sic transit gloria mundi – soleiðis forgongur verðsins herligheit.