Dorit Hansen
-----
Eg kenni eina konu, sum uppdagaði, at dreingir ikki longur kenna orðið mastur. Tað byrjaði við einari sakleysari søgu, sum konan fortaldi einum dreingi. Søgan var um ein bát, og báturin hevði eina mastur, men tað skilti drongurin ikki, tí orðið mastur hevði hann ongantíð hoyrt fyrr. Konan gjørdist kløkk og setti eina óvísindaliga kanning í verk. Hvønn smádrong, sum hon møtti (og hon møtti ikki so fáum), spurdi hon: Veitst tú, hvat ein mastur er? Nei, svaraðu teir allarflestu. Tað vistu teir ikki.
Orðið hvørvur úr málinum, tí luturin hevur ikki týdning longur. Ikki fyri dreingirnar, og opinbart heldur ikki tey vaksnu, sum eru um teir. Men tá orðini hvørva, kunnu lutirnir eisini hvørva. Lítli drongurin sær ikki mastrina á bátinum, tí hann veit ikki av, at orðið er til. Hann sær ein bát. Onga mastur.
Einaferð ávaraðu sambandsfólk um, at føroyska málið var ov lítið at vera okkara høvuðsmál. Um vit ikki høvdu danska málið, kundu vit ikki veruliga tosa um mentan, politikk og vísund. Føroyska málið var so lítið og bygdasligt, at skuldu skúli og kirkja verða føroysk, fóru vit at drukna í heimføðisligari armóð. Í dag hoyrir tú ongan sambandsmann siga so. Hóast nakrir øsa seg um, at Kili eigur at byrja við C og Meksiko manglar eitt x, eru fáar – fyri ikki at siga ongar - verjutalur fyri einum danskmæltum Føroyum.
Modernaða føroyska almennið byrjaði á donskum við Færingetidende fyri 160 árum síðani, men við stríðnum hjá tjóðskaparrøsluni gjørdist almenna rúmið føroyskt mælt. Í dag eru vit øll samd um, at føroyskt er okkara almenna mál, løgtingið kjakast á føroyskum, journalistar miðla á føroyskum, og børnini verða á lærd á føroyskum.
Ella eru vit tað? Høvdu teir rætt, teir gomlu svartskygdu sambandsmenninir? Tá mobiliteturin í samfelagnum broytist so nógv, at hvørt ættarlið sjálvt velur sín bústað, fara komandi ættarlið so at velja at búseta seg í ein føroyskum, donskum ella enskum máløki? Tá mastrar ikki longur hava hægstu raðfesting, og tú kanst sigla hagar tú vilt, fer føroyska málið tá framvegis at vera so rúmsátt, at hundraðtúsund fólk fara at hava hug at arbeiða, elska og tosa á føroykum?
Tjóðskaparrørslan vildi varðveita gamlar siðir, men ætlanin var ongantíð at avmarkað málið til eina farna tíð ella halda tí innanfyri eitt ávíst sjómark. Mitt í tjóðskaparstríðnum skrivaði Jóan Petur uppi í Trøð til dømis um samtíðar kríggj í Suðurafrika og menn, sum vórðu ofraðir fyri at metta bretska ráðharran í hjálandamálum, Joseph Chamberlain.
Átakið “Í menniskjum góður tokki” setir hendan mánaðin orð á føroyskt fátækradømi, og í vikuni kom føroysk bók um rúmdina. Gott, tá fólk seta orð á veruleikar, sum vit annars ikki síggja. Men eg má viðganga, at eg fái klavs viðhvørt. Myrkt, føroyskt illveðursklavs. Tí hví má eg keypa danskt blað fyri at lesa um Hamas í Miðeystri, lurta eftir donskum útvarpi fyri at hoyra um evropeiska samveldið og hyggja at donskum sjónvarpi fyri at royna at skilja amerikonsku fiskalu kliffina, fíggjarligu eggina, ella hvussu hatta hugtakið sær út á føroyskum?
Hvar fóru visjónirnar um eitt víðskygd føroyskt almenni? Hvurvu tær har úti í sjónarringinum saman við mastrunum?