Tá Margreta drotning vitjaði í Oyndarfirði sum ung

Í 1963 vitjaði Fríðrikur IX, kongur, í Føroyum. Við sær hevði hann døtur sínar, Margretu, krúnprinsessu, og prinsessurnar Benadiktu og Onnu Mariu.

 

Árni S. Simonsen, sáli, og Sigurð S. Simonsen, gjørdu filmsupptøkur av vitjanini. Upptøkurnar vísa fuglfirðingar, sum fara til Oyndarfjarðar við báti at fylgja Dannebrog. Vit síggja eisini, at føroysku bátarnir eru skrýddir við bæði Merkinum og Dannebrog. Eyðsæð er, at nógv fólk eru komin saman fyri at heilsa upp á kongin og tær tríggjar prinsessurnar.

 

Margreta, krúnprinsessa, er her 23 ára gomul. Hetta er áðrenn hon møtti unga greivasoninum Henri de Laborde de Monpezat.

 

 

Heri Árnason Simonsen hevur lagt filmin út á Youtube-kontu sína. Har liggja eisini fleiri aðrir gamlir filmar úr Føroyum. Hann sigur, at filmurin er nakað slitin, men neyvan eru fleiri litfilmar av kongavitjanini í Oyndarfirði í 1963.