Tímaglasið hjá fólksins borgarstjóra er runnið

Nógv hava notið gott av hansara umsorgan

Hann kendi øll, og var hjálpsamur. Og tað eru nógv, ið hava notið gott av hansara umsorgan.

 

Soleiðis taka tey í Javnaðarflokkinum til um Sverra Midjord av Tvøroyri, sum doyði mánadagin, 83 ára gamalur.

 

- Sverri Midjord var eitt sera virkið og livandi menniskja á rættiliga nógvum økjum, men serliga gjørdi hann seg galdandi á politiska og á ítróttarliga pallinum, staðfesta tey í Javnaðarflokkinum.

 

- Hann var borgarstjóri á Tvøroyri ta tíðina, tá ið kommunan, saman við fakfeløgum og bygdafólkinum, bygdi nýtt flakavirki og fingu trolararnar Suðring og Rankan til bygdina. Hetta var eitt nýtt tíðarskeið í vinnulívssøguni hjá Tvøroyri og hevði alstóran týdning fyri býin.

 

- Sverre Midjord var fólksins borgarstjóri. Hann kom borgarunum við, og hann hevði áhuga í, hvussu fólk hevði tað. Hann kendi øll og hjálpsamur, sum hann var, so vóru tað mong, sum nutu væl av hansara umsorgan, siga tey í Javnaðarflokkinum.

 

Sum borgarstjóri var ítróttarhøllin í Trongisvági eitt av hansara mongu hjartamálum.

 

Sverre Midjord var eisini tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Hann varð fyrstu ferð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin sum varamaður fyri Atla P. Dam, løgmann í 1975 og hann sat á tingið við regluligum millumbili til 2008.

 

- Nú Sverre Midjord er farin um sýn, tynnist av álvara í skaranum av teimum góðu gomlu javnaðarfólkunum, siga tey í Javnaðarflokkinum.

 

Hann var eisini sera virkin í ítrótti. Hann var TB´ari um ein háls, og hann var bæði formaður og venjari í felagnum í mong ár.

 

- Hann tók sær serliga av at venja yngru deildirnar, og tað eru ikki heilt fáir TB´arar, sum Sverre Midjord var fyrsti venjari hjá.

 

Men serliga er Sverri Midjord kendur fyri at vera tann, sum menti borðtennis her á landi. Sjálvur var hann ein frálíkur borðtennisspælari og tók stig til at stovna TBF, sum var borðtennisfelagið á Tvøroyri.

 

Hann varð eisini valdur í stjórnina hjá ÍSF og sat har sum nevndarlimur í mong ár.

 

- Við Sverra Midjord er ein sera kend býarmynd í Valinum og á Tvøroyri farin. Her var hann føddur, her virkaði hann, og her legði hann eyguni saman fyri seinastu ferð, staðfesta tey í Javnaðarflokkinum

 

 

Trýst HER og les øll minningarorðini um Sverra Midjord