Tú mást hava ein góðan túr!

Føroysku fjølmiðlarnir treingja so harðliga til málsligar vegleiðarar, og tað er heilt burturvið, at teir ikki hava rættlesarar, tí so nógv vánaligt mál og so nógvar stavivillir eru at síggja.

Eg kann taka okkurt burtur úr rúgvuni

Ferð eftir ferð hoyrir tú sagt: Tú mást hava ein góðan dag… Tú mást hava tað gott… Tú mást hugna (hygga) tær… ístaðin fyri at siga heilt natúrliga: Góðan túr… Hav tað gott…

Mást merkir nakað heilt annað á føroyskum: Tú mást gera tær ómak… Tú mást skunda tær, men tú mást hava tað gott merkir, at tú noyðist at hava tað gott og tað hevði eingin funnið uppá at sagt.

Nú ein dagin stóð í bløðunum, at grísurin var gitin. Sjálvandi varð hann einaferð gitin, men meiningin varð helst, at hann var kviðin.

Herfyri vórðu umrødd bundin og óbundin staðanøvn, og sagt varð, at bert einstøk stóðu óbundin, men tá ið fleiri hundrað staðanøvn av fleiri túsund standa óbundin, vil eg pástanda, at tað ikki eru bara nøkur einstøk undantøk.