Tá málið kemur framaftur

- ískoyti um stjórnarskipan

Uni Arge
-------
 
Sjúrður Skaale er heilt mótfallin í síni seinastu viðmerking um stjórnarskipanina. Føroysk tíðarrokning og føroyskt grundlógarsmíð eru nærum uppsteðgað, bara tí stjórnarskipanin er førkað aftur um ólavsøkuna, og nú kann alt gera tað sama, tykist hann at halda.
 
Hvørjir flokkar eru orsøk til hvat, veit eg ikki, men útvarpið hevur sagt, at tríggir flokkar eru samdir um ikki at hava fleiri tingfundir í hesi tingsetuni. Teir eru Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi. Tí fellur stjórnarskipanin burtur, men kemur sambært løgmanni framaftur.
 
Løgmaður nevndi í útvarpinum hósdagin, at umráðandi er at hava breiða semju um eitt so stórt mál sum stjórnarskipanina. Í løtuni er ikki semja um høvuðsorðingina, og 70 broytingaruppskot vóru til alt uppskotið. Er arbeiðið tá liðugt? Neyvan, so nú er at taka seinasta takið eftir ólavsøku.
 
Skrivið greitt
Sjúrður Skaale vil vera við, at Óli P. hevur svarið upp á alt í sambandi við stjórnarskipanina. Gævi, tað var so einfalt, at ein satirutekning loysti allar politiskar knútar. Hann sigur eisini, at grundlógin og heimastýrislógin skulu fatast sum sáttmálar, og at Føroyar eru ikki undirskipaðar Danmark.
 
Javel, so skrivið greitt í stjórnarskipanina, at Føroyar eru ikki undirskipaðar annað land. Tá vita vit, hvat vit atkvøða um. Og tá veit danska løgmálaráðið eisini, hvør føroyska støðan er, sama løgmálaráð, sum er so stívrent í sínum grundlógartulkingum, at Føroyar nóg illa fáa flutt seg av fetanum í heiminum.
 
Greitt er, at øll tey, sum hava arbeitt við stjórnarskipanini seinastu 12 árini, hava gjørt eitt stórt og týdningarmikið arbeiði, og tá breiða semjan um stjórnarskipanina er vorðin veruleiki, kunnu vit øll fegnast um nýggja fólkaræðisliga grundarlag Føroya. Tað verður stórt. Góða eydnu og gott summar!