Tølini siga at Eysturoyingur eigur tørn

Síðani teir á eystara armi av Skálafjørðinum fingu nýtt 10-mannafar, hava teir vunnið aðru hvørja ferð í heimasjógvi

KAPPRÓÐUR

Triði FM kappróðurin verður á Eystanstevnu í morgin. Róð verður á Skálafjørðinum, sum verður roknaður at vera eitt tað besta og kanska tað allar besta róðrarøkið av øllum. Økið er bæði stórt og vítt, og tað er eingin trupulleiki at rógva á øllum trimum teinunum  á 1000, 1500 og 2000 metrum.
Spenningurin er stórur. Á Sundalagsstevnuni síðsta leygardag vóru úrslitini í fleiri róðrum øðrvísi, enn tey vóru á Norðoyastevnu. Í morgin fæst ivaleyst góð ábending um, um tað nú eru ávísir bátar og manningar, sum mugu roknast at vera greiðir favorittar at vinna FM.
Fyri mong var mest óvæntaða úrslitið á Kollafirði, at Eysturoyingur noyddist at lúta fyri Klaksvíkingi í kappingini millum 10-mannaførini. Klaksvíkingar vunnu sannførandi sigur.
Spurningurin er so, um Eysturoyingur fer at megna at svara aftur í heimasjógvi, ella um Klaksvíkingur aftur fer at verða fyrstur á mál. Úrslitini í tveimum teimum fyrstu kappingunum hava ikki bent á, at talan skal verða um annan vinnara enn Eysturoying ella Klaksvíking. Leygardagin kappaðust hesir báðir bátarnir púra fyri seg sjálvar.
Klaksvíkingar hava einki serlig róðrarhagtøl at vísa á. Í 2002 luttóku teir fyrstu ferð við nýggjum 10-mannafari. Tá var besta úrslitið hjá teimum á Eystanstevnu, har teir endaðu á øðrum plássi. Í sera spennandi róðri lá Eysturoyingur á Klaksvíkingi við knappliga tveimum sekundum.
Næstsíðsta ferðin, at Klaksvíkingur hevur verið við í kappingini um oddasessin á Eystanstevnu var í 1970. Tá var hann fremstur á veg móti málinum, men á sjálvari málstrikuni tók Skálabáturin Klaksvíking.

Tølini
Hagtølini seinastu árini siga, at Eysturoyingur vinnur aðru hvørja ferð, tá ið hann rør í heimasjógvi. FM kappróður er á Eystanstevnu annað hvørt ár. Fyrsta ferðin, at nýggi Eysturoyingur, ið Sámal Hansen, sum nú er formaður í Kappróðrarfelagnum NSÍ, hevði smíðað, luttók í kappingini, var í 1998. Tá var hann fyrstur á mál.
Í 2000 vann Nólsoyingur. Tá var Eysturoyingur nummar fýra. Í 2002 vann Eysturoyingur. Klaksvíkingur var næstfremstur. Í fyrraárið  í 2004  var Havnarbáturin fremstur á Eystanstevnu. Eysturoyingur var næstfremstur.
So er spurningurin, hvussu tað fer at hilnast í morgin. Hagtølini kundu bent á, at Eysturoyingur eigur tørn av vinna.
Klaksvíkingur og mongu viðhaldsfólkini, sum í morgin fara at fylgja Klaksvíkingi undir Leirvíksfirði, fara neyvan at hugsa stórvegis um søguligu gongdina. Tað ræður heldur um styrkina, kraftina, taktisku tilvitanina og tekniska snildið. Í morgin fæst at síggja, hvør verður stinnastur í samantalda úrslitinum av øllum hesum, og hvør tað verður, sum fer at hava marginalarnar á sínari síðu.
Í 1996, 1994 og 1992 vann Skálabáturin á Eystanstevnu. Eysturoyingur luttók íkki í 1996 og í 1994. Nólsoyingur vann bæði í 1990 og í 1988. Eysturoyingur luttók ikki í 1990. Vestmenningur vann í 1986. Heldur ikki ta ferðina var Eysturoyingur mannaður.