Tølandi neistasigur

Neistin-Tjaldur 33-29 (12-15):
Tað var ikki fyrr enn í seinatu minuttunum, at Neistin fekk takið á Tjaldri

Hondbóltur ? menn

Útsetti dysturin millum Neistan og Tjaldur varð avgreiddur hóskvøldið, og tað eydnaðiast Neistanum at vinna dystin. Men leingi stóð nógv á teimum bláu, sum soleiðis mundu forkomið sær seinasta møguleikan fyri gullinum.

Tung avgerð
Ígjøgnum størsta partin av dystinum vóru tað nevnliga teir gulu, sum høvdu yvirvágina móti einum neistaliðið, sum ikki sýndi í nær námind tað spæl, sum koppaði VÍF fyri lítlari viku síðani.
Eftir ein sera lakan fyrra hálvleik tóktist tað tó, sum um Neistin kortini skuldi beina allan iva til viks, tá teir fyrstu løtuna av seinna hálvleiki skutu fimm mál á rað, men Tjaldur gavst kortini ikki. Nakrar ferðir hevði Neistin hug at toga, men hvørja ferð svaraðu gestirnir aftur.
Ikki fyrr enn Neistin seinastu fimm minuttirnar av álvara togaði, fall avgerðin í dystinum, og soleiðis livir vónin hjá bláa høvuðsstaðarliðnum um gullmerkini framvegis.

Dysturin í tølum
Neistin-Tjaldur 33-29 (12-15)
Málskjúttar:
Neisitn: Jacob Jónsson 10(1), Heini Joensen 8, John Petersen 5, Kári Mortensen 3, Ragnar Stakksund 2, Ræni Slættanes 2, Karl Oddmar Rasmussen 2, Hans Áki Dal-Christiansen 1
Tjaldur: Mortan Hansen 8(3), Zoran Sarcevic 6, Dragisa Stojovic 5, Dan Thorleifsson 3, Arnfinn Langgaard 2, Sverri Justinussen 2, Svein í Heiðunum 1, Hartvig Joensen 1, Tórhallur Thomsen 1(1)
Brotskøst: Neistin 1, Tjaldur 5
Útvísingar: Neistin 6, Tjaldur 2
Diskvalifikatiónir: Neistin 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum.