Tøl við ongum skili í

Útvarp Føroya hevði triðja jóladag eina samrøðu við Høgna Hoydal, landsstýrismann um blokkstuðulin, og sum ikki einaferð kom Høgni við nøkrum høpisleysum tølum, sum eiga at fáa eina viðmerking við á vegnum.

Høgni Hoydal segði: "Nú er blokkurin 616 milliónir. Tað er ikki meira enn 5 - 6 prosent av tí føroyska samlaða búskapinum. Vit fáa 616 milliónir heim til Føroya um árið, vit gjalda niðuraftur 323 milliónir í rentum og avdráttum? ... Lat okkum so siga 616 minus 323. Hvussu nógv er tá eftir? Tveyhundrað og nakrar og hálvfjers milliónir. Yvirskotið er sambært tí, sum nú liggur á tingborði 240 mió. Tað vil siga, at tað reystar so øðiliga lítið í, at blokkstuðulin kann prógvast ikki at vera ein týdningarmikil partur av tí føroyska rakstrinum."

Tilvildarlig tøl við ongum samanhangi
Tann 14. mai 2001 skrivaði Høgni Hoydal í Dimmalætting at blokkstuðulin var bert 4% av samlaða búskapinum í Føroyum. Tí er tað løgi, at Høgni nú sigur, at blokkurin er millum 5 og 6 prosent av búskapinum, tí mær vitandi er blokkstuðulin minkaður meðan búskapurin er vaksin síðani 2001. Spurningurin er tí, um hetta eru veruligar útrokningar, sum hann vísir til, ella um talan ikki heldur er um ynskidreymar hjá einum sjálvstýrismálaráðharra.

Hvussu við skattinum ?
Fyri at vísa á, hvussu lítið høpi er í roknistykkinum hjá Høgna Hoydal, kunnu vit gera eina líknandi útrokning fyri skattainntøkurnar hjá landskassanum.
Í 2001 segði Høgni Hoydal, at blokkstuðulin var 4 % av føroyska búskapinum. Tá var blokkstuðulin 995 mió. krónur. Skattainntøkur landskassans hetta árið vóru 1.567 mió. krónur. Tað má so merkja, at um blokkstuðulin var 4 % av føroyska búskapinum, so hevur skatturin verið umleið 6 % av búskapinum - og so kundu vit, eins og Høgni, gjørt ta niðurstøðu, at "tað reystaði so øðiliga lítið í, at føroyingar sluppu undan at gjalda skatt í 2001".
Nei 6 % ljóða ikki av nógvum, men tey kunnu tó vera ógvuliga tung at gjalda.

Talfusk
Ein annar feilur, sum Høgni Hoydal ger í síni uppseting er, at tá hann sigur hvussu nógv vit gjalda til Danmarkar, telur hann bæði rentur og avdrøg við, men tá hann roknar avlop landskassans, roknar hann avlopið áðrenn avdrøg. Og síðani samanber hann tølini og kemur til ta niðurstøðu, at munurin er sera lítil.
Um vit skulu telja avdrøg við ella ikki, kunnu vit altíð kjakast um. Men tað ber ikki til at telja avdrøgini við sum útreiðslu, og síðani síggja burtur frá teimum, tá landskassaúrslitið verður talt saman.
Til seinast er vert at nevna at 616 minus 323 er ikki "tveyhundrað og nøkur og hálvfjers", men 293, - so eisini har vann hann nakrar sannførandi milliónir.