Streymnýtsla
- Elektronikkur, sum stendur í "standby", kann í fleiri førum brúka eins nógvan streym sum kuldaskápið og kostar fleiri hundrað krónur um árið.
Tað sigur Kristianna Rein, sum starvast hjá SEV.
Hon vísir á, at eitt miðal húsarhald brúkar umleið 600 kWt um árið til standby-nýtslu.
- Henda nýtsla bítir seg vanligar yvir eini 6-8 tól í húsarhaldinum, sum vit øll kenna.
Hon sigur, at í flestu heimum standa sjónvarps-og videotól tendrað, sjálvt tá ið tey eru sløkt; tey standa nevniliga og "sova", sum tikið verður til.
Kristianna vísir á, at hesi tól soleiðis standa í standby til onga verðins nyttu.
- Hetta er at tveita pening burtur, tí teir kWh, sum keyptir verða til hesa nýtslu, eru burturspiltir.
Hon vísir á, at samstundis, sum hetta er burturspiltur peningur, er henda nýtsla eisini til bága fyri umhvørvið.
- Eingin fær nyttu av hesum streymi, leggur hon dent á.
Kristianna sigur, at sjálvandi er best at sløkkja stikkkontaktina, tí tá brúkar tólið als ongan streym.
- Ikki er neyðugt at bera ótta fyri, at tólið "gloymir" innstillingar, tí flestu nýggj tól hava hetta innbygt.
Hon sigur, at tað eisini ber til at minka um stanby-nýtsluna og tó ikki sløkkja hesar smáu, reyðu perur.
- Ein møguleiki er nevniliga, at tá ið nýggj tól skulu keypast, at keypa tól við so lágari standby-nýtslu sum gjørligt.
Kristianna sigur, at onkur gomul tól nýta 15-20 watt, tá ið tey standa í standby, meðan nógv nýggj tól bert nýta 2-5 watt.
- Flestu lond í Evropu samstarva um at merkja tól við standby-nýtslu og selja tól við ógvuliga lágari standby-nýtslu, sigur hon.
Termometur
Kristianna vísir á, at í nógvum heimum er frystiboksin nógv kaldari, enn neyuðgt er, og hetta kostar eisini eyka í streymnýtslu.
- Hitin í kuldaskápinum eigur í mesta lagi at vera 5 hitastig og kuldin í frystiboksini eigur at vera umleið 18 kuldastig.
Hon sigur, at umráðandi er at hava hitan og kuldan á røttum stigi og tey, sum ynskja tað, kunnu venda sær til SEV og fáa ókeypis termometur.
- El-orka, sum fer fyri skeytið, gagnar hvørki tær, pengapunginum ella umhvørvinum.
Kristianna Rein sigur, at SEV kundi spart eini 1000 tons av olju um árið, um fólk ansaðu betri eftir at sløkkja tólini, sum standa standby.
- Tað kostar ikki fólki nakað sum helst at sløkkja hesi tól.
Hon vísir á, at høvdu fólk aftrat hesum so við og við fingið sær spariperur, kundi SEV spart nógv fleiri litrar av olju, um tað í hesum førinum er olja, sum útvegar okkum streymin.
- Tað eru rættiliga nógv viðurskifti, brúkar kann ávirka, sum ikki kosta eina krónu, sigur Kristianna Rein, sum vísir á, at neyðugt er ikki at kóka klæðir longur, tí vaskievnini eru vorðin so góð og effektiv.
- Eisini her er peningur at spara, sigur hon at enda.