Tað kann gerast eitt sindur óheppið, at kunningarstovuleiðarin í Norðoyggjum og eg umboðandi Norðoyggjar bæði á tingi og í øðrum høpi, fara út í blaðstríð, tí báðir hava hóast alt somu ynski fyri okkara økið.
Hinvegin verði eg noyddur at koma við einum svari til tað, sum Christian Olsen, sum er kunningarstovuleiðari, skrivar í Sosialinum seinasta týsdag.
Í mínum innleggum, sum bert var lítil partur av ónøgdini, sum hevur verið frammi í Sosialinum, vísti eg serliga til arbeiðsbólkin tann sokallaða Leirvíksfjarðabólkin - sum varð settur í 1998 eftir vilja Klaksvíkar býráðs, vinnulívinum og eg haldi eisini sjúkrahúsið var við í fundarvirkseminum tá, og sum kundi virkað okkum til fyrimuns.
Hetta komst av, at vit ikki góðtóku vánaligu tænastuna, sum Strandferðslan gav Norðoyingum, vinnulívi, og ferðafólki, ið komu til Norðoyggjar.
Vildi ikki samvirka
Tað sum síðani hendir er, at Strandferðslan stutt eftir tekur síni umboð úr bólki-num. Ikki Christiani at siga, tá gerst ein tílíkur abreiðsbólkur nakað tannleysur.
Strandferðslustjórin er komin við sínum sjónar-miðum, um hví hann tók umboðini úr bólkinum, hann "vildi ikki finna seg í, at onnur komu inn á teirra øki", tí vildi Strandferðslan ikki samstarva við kundar og viðskiftafólk, sum dagliga brúka rutuna, og tí hava skil fyri gerandisdegnum á hesum øki. Hetta er skilaleyst.
At Christian Olsen leiðari fyri Norðoya Kunningarstovu verjir eina tílíka gerð, er bæði óskiljandi og betonkiligt. Mong, bæði innan vinnulívið, sjúkrahúsverkið, mentanarlívið og kundar annars, standa eftir viðmerkingina í Sosialinum hjá kunning-arstovuleiðaranum, spyrjandi.
Álop kunningarstovuleiðarans á Fólkaflokkin
Kunningarstovuleiðarans álop á Fólkaflokkin eru uttan iva eitt høvi hann hevur bíða eftir, tí hann hevur bæði verið uppstillaður og sitið í býráðnum fyri Javnaðarflokkin, og tí eri eg ræddur fyri, at hann í hesum føri hevur verið meiri politiskur enn "kunningarstovuligur".
Mær nýtist ikki at verja Óla Breckmann, tað geri eg heldur ikki. Mær nýtist heldur ikki at siga, hvat Fólkaflokkurin Bjarni Djurholm og Finnbogi Arge - hevur virkað Norðoyggjum at frama bæði við arbeiðinum við fasta sam-bandinum og við royndum at fáa eina játtan til avloysaraskip, uttan at hava fingið meiriluta fyri tí. Men møguliga fæst semja um hetta.
Christian Olsen leiðari í Norðoya Kunningarstovu eigur at minnast til, at siðvenjan frá tí hann vísir til, tá hann tosar um "reiðrið", ið var, og til í dag er heilt hvør sín. Skal ein landsstýrismaður játta pening, má fyrst fáast semja um tað í landsstýrinum og síðani skal í hvussu er fíggjarnevndin góðkenna játtanina, og í øðrum lagi løgtingið.
Eg haldi til seinast í hesum viðfangi, at tað er ein bæði grov og óhøvisk skuldseting ímóti ferðslumálaráðharranum, tá leið-arin fyri Norðoya Kunningarstovu sigur at Strandferðslan ikki hevur fingið nakran sum helst stuðul frá landsstýrismanninum. Hetta er bæði óvísiligt og ósatt, umframt at tað er lítið umhugsað. Eg rokni ikki við, at Strandferðslustjórin er samdur við Christiani í hesum.
Álop javnaðarmansins á Fólkaflokkin fari eg í fyrstu syftu at lata standa ósvarað.