Tóku væl ímóti Tummas T

Nýggjasta skipið í flotanum hjá Varðanum varð væl móttikið, tá tað flaggskrýtt kom á Gøtuvík leygardagin.

- Tit birta eina nýggja vón, ið er hart tiltrongd í hesum døgum. Hart tiltrongd fyri alt Føroya land.
Tað segði borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, millum annað í síni heilsan til reiðaríið Varðan, sum leygardagin kom á Gøtuvík við enn einum nýggjum fari.
Talan er um gott 10 ára gamla Norderweg, sum skal avloysa stívliga 40 ára gamla Saksaberg.
Nýggja skipið er til aldurs sum Finnur Fríði, er 64 metrar langt, 13 metrar breitt og lastar umleið 1500 tons. Hartil hevur skipið góða køliskipan. Skipið fer ætlandi at landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri. Skipið kostar umleið 90 milliónir krónur.
Norderveg, ið sum nevnt kemur í flotan fyri gamla Saksaberg, skal vera við til at fiska tær kvotur av uppsjóvarfiski, ið reiðaríið í Gøtu vanliga fær tillutað. 12 til 14 mans vera við skipinum hvønn túrin.
Navnið Saksaberg verður tó standandi á gamla skrokkinum, ið nú hevur flutt øll síni fiskirættindi á nýggjari far. Nýggjasta skipið í flotanum hjá Varðanum í Gøtu ber sum nevnt navnið Tummas T. Skipið er uppkallað eftir einum av stovnarunum av Varðanum í Gøtu, Tummas Thomsen, sum fyrstu árini var reiðari saman við Jákupi Jacobsen.
Í røðu síni fyri skipinum nevndi Jóhan Christiansen, borgarstjóri, at hann hevði talt tey skip, ið vóru komin til samanløgdu Eysturkommunu, ið hevur góð fýra ár á baki.
- Eg telji sjey skip. Fimm nýbygningar og tvey onnur skip. Íløgur, sum tátta í hálva aðru milliard krónur. Og tað má sigast at vera nakað heilt serligt, eitt bragd fyri vinnulívið her, og skulu vit øll vera stolt av tí, segði Jóhan Christiansen í røðu síni fyri Tummas T.